Vanliga eru slíkar lindir millum hálvan og ein metur, men Argjaflógvin er seks metrar tjúkk. Meginparturin av henni er leir og sandsteinur, so tað er óstabilt tilfar. Serliga, har flógvin gongur ígjøgnum loftið á tunlinum má arbeiðast varliga.
Alt má tryggjast væl fyri at koma ígjøgnum slíkt tilfar. Boltarnir skulu vera longri, betonglagið skal vera tjykkri, og armeringin skal eisini vera sterkari.
Argjaflógvin hevur darvað arbeiðinum við Húsareynstunlinum, tí eftir ætlan skuldu teir verið komnir í gjøgnum við tunlinum nú um mánaðarskiftið januar-februar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##