Húsin er partur av heildarmyndini

Sjouke Busch hevur gjørt ársins húsa, og virðislønin er henni til heiðurs, sigur Dánjal á Neystabø

Fløgan Time hjá Dánjali á Neystabø hevur ársins besta húsa, staðfesti dómsnevndin hjá FMA 2015. Sjálvur sigur hann, at hann er kanska serliga glaður fyri at fáa hendan heiðurin, hóast hann eisini var tilnevndur fleiri aðrar virðislønir.

- Hetta er ein sera konseptuell fløga, og húsin er partur av tí heildarmyndini, sum fløgan skal vera, sigur Dánjal á Neystabø. Hann greiðir frá, at hann og restin av toyminum, ið hevur gjørt fløguna, hava lagt nógva orku í at seta røttu løgini saman og tryggja sær, at alt gongur saman í eina eind.

 

Tað er Sjouke Busch, ið hevur gjørt húsan. Hon er úr Danmark og er gift við Kim Nyberg, ið hevur skrivað onkrar av sangunum á fløguni saman við Dánjali á Neystabø.

- Hon hevur tí verið við í allari tilgongdini í arbeiðinum við fløguni, líka frá byrjan til enda, sigur hann. Umframt húsan hevur hon eisini gjørt plakatir, video, backdrop og annað grafiskt, ið er knýtt at útgávuni.

 

- Hon hevur hjálpt okkum at syrgja fyri, at heildarmyndin gevur meining og hendan virðislønin er heilt víst henni til heiðurs, sigur Dánjal á Neystabø.

 

Les meiri um FMA í mánadagsblaðnum hjá Sosialinum.