Andstøðan helt tað tí ikki vera rætt, at luttaka í hesum aðalorðaskifti, sum í roynd og veru var ein samgongufundur, har langt var ímillum partarnar.
Caragata álitið
Grundarlagið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum fyri einum framtíðar vinnupolitikki í Føroyum kenna vit øll. Tað var hann, sum fekk Caragata álitið skrivað, og hann hevur ongantíð dult fyri, at hann av heilum huga gongur inn fyri tí, sum hetta álit sigur.
Ørvísi er við Tjóðveldisflokkinum, hvørs framsøgumaður hevði hug til at traðka Caragata álitið undir fótum. Sjálvt tey brotini, sum landsstýrismaðurin hevði valt burturúr, fyri at tekkjast sínum samgongufelagum, vórðu ruddaði av borðinum.
Undir slíkum umstøðum, verður tað trupult hjá andstøðuni at luttaka í einum aðalorðaskifti um politikkin hjá landsstýrinum og samgonguni.
Karráð liberalisma
Caragata álitið má sigast at umboða ta sonevndu karráðu liberalismuna. Allar almennar ognir skulu seljast, og so at siga eingi krøv verða sett til keyparan, annað enn tað, at hann skal eiga pening at keypa fyri. Eingin sigur heldur, at keyparin skal vera føroyingur, men hann kann eins væl vera útlendingur, sum ongantíð hevur givið sær far um, at Føroyar eru á heimskortinum.
At privatiseringar kunnu vera góðar, man neyvan nakar ivi vera um. Men at privatisera, við at avreiða føroyskar ognir til útlendingar, kann ikki verða rætta leiðin at ganga. Eg dugi heldur ikki at síggja nakra meining í at privatisera, bara fyri at privatisera.
Hvør keypir?
Sambandsflokkurin hevur eitt uppskot liggjandi í løgtinginum, um at privatisera Føroya Banka í smáum, so síggjast kann, hvør undirtøkan er. Føroya Banki var privatur undan kreppuni, so í tí førinum kann tað væl ikki vera nakar trupulleiki.
Men støðan er ein onnur, tá Caragata álitið nevnir til dømis Atlantsflog. -Hvør keypir? Og hvar endar føroyska flogfelagið, um tað verður privatiserað?
Tað verða neyvan vanligir føroyingar, sum fara at nýta sparipeningin til at keypa eitt flogfelag fyri.
Harafturímóti er ikki óhugsandi, at nakrir vælbjargaðir føroyingar, fara at síggja møguleikan at gerast uppaftur betri fyri, við at keypa partabrøv í onkrum felag. Úrslitið verður, at gjógvin ímillum tey sum kunnu og tey sum ikki kunnu verður djúpari.
Skattalætti
Samgongan hevur nú lagt uppskot fyri løgtingið um at lækka partafelagskattin niður í 20 prosent. Tað sum er undrunarvert er, at øll partafeløg koma undir lækkingina. Ein hevði vónað, at tað bert var fiskivinnan sum fekk hesar sømdir, tí tað tykist at vera torført at gera nýiløgur, meðan onnur vinna gongur strúkandi.
Tær 40 miljónir kr., sum skuldu nýtast til íløgustuðul til fiskivinnuna, vóru lovaðar sum skattalætti. Men nú hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum longu tagað burturav, og tí verður helst ikki talan um nakran skattalætta.
Hann hevur sagt, at 10 miljónir kr., skulu nýtast til botnfrádráttin til pensjonistar. Alt gott um tað, men var tað ikki landstýrisins egni brølari, at lógin upprunaliga var skeiv. Tí eigur botnfrádrátturin ikki at takast av teimum 40 miljóninum kr., men beinleiðis úr landsskassanum!
Aðrar 7 miljónir kr., fara til barnafrádráttin, sigur landsstýrismaðurin. Hví skal hann tað ? Var tað ætlanin, tá Javnaðarflokkurin legði uppskot fram um at hækka barnafrádráttin upp í 18 ár?
Eg skilji ikki samanhangin í øllum vavstrinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Í uppskotinum um partafelagsskattin stendur, at gjaldast skulu 35 prosent í skatti, tá vinningsbýti verður útgoldið, tí tað fer at menna feløgini. Ólíka betri hevði verið at latið fólk goldið skatt á vanligan hátt av vinningsbýtinum, so høvdu partafeløgini av álvara verið styrkt.
Hvat ætlar landsstýrið?
Tað má sigast at vera stórt spell, nú bert eitt ár er eftir, til næstu sáttmálasamráðingar verða á arbeiðsmarknaðinum, at samgongan ikki kann koma við greiðum boðum, sum siga føroya fólki, um inntøkuskatturin fer at lækka ella ikki.
Øll minnast, hvussu støðan varð seinast, tá lønin hækkaði. Tá fekk lønmóttakarin ongan vinning av lønarhækkingini, av tí at alt gjørdist dýrari.
Samgonguskjalið lovar skattalætta, meðan landsstýrismaðurin við skattamálum sigur, at løtan til tað, ikki er tann rætta. Samstundis krevja samgongutingmenn, at landsstýrismaðurin fylgir samgonguskjalinum.
Tað má vera eitt krav frá fakfeløgunum og føroya fólki, at tey fáa at vita, hvat landsstýrið ætlar á hesum øki. Hesin spurningur má í øllum førðum verða svaraður, áðrenn næstu sáttmálasamráðingar byrja.
Heðin Mortensen
løgtingsmaður