Snorri Fjallsbak,
tjóðveldismaður, valevni til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu
Brádliga kendi eg á mær, at tað eisini var mín skyld, at danir enn ráða í Føroyum. Lovaði, at eg skuldi gera tað, sum eg kundi, at loysa Føroyar úr donskum hafti, og tað helt eg meg best gera við at melda meg til arbeiðis í Tjóðveldisflokkinnum.
Tá ið eg upp til hetta býráðsvalið verði biðin at stilla upp fyri flokkin, taki eg tað sum ein part av arbeiðnum fyri Tjóðveldinum, tí vinna vit Havnina, vinna vit eisini landið.
Eg haldi, at vit hesa ferð skulu nýta býráðsvalið at signalera til Føroya Landsstýri: Vit tola ikki longur danskt vald, vit vilja halda leiðina framá móti fullveldinum og loysingini!
Nú mátti tað staðið øllum greitt, at Poul Nyrup Rasmussen aldri fer at skriva undir avtalu, har Danmørk viðurkennir Føroyar sum fullveldis tjóð. Ei heldur nakar annar danskur forsætisráðharri. Samráðingarleiðin er roynd, hon førir aldri á mál. Vit mugu sjálvi loysa. Setið krossin við lista E.
So nógv góð fólk hava longu lovað so nógv gott, at einki er eftir hjá mær at lova, einki annað enn at eg arbeiði í alvára fyri kommununi og fólkinum, framhaldandi fyri landinum og flokkinum.