Í kvøld fellur avgerðin, um Anna Nygaard sleppur víðari í X Factor. Í trailara fyri sendingina sæst, at Anna grátandi klemmar dómaran Remee. Men hví ger hon tað? Anna Nygaard er ein av teimum 15 luttakarunum, sum eru eftir í X Factor kappingini. Í kvøld skal avgerast, hvørjir luttakarar sleppa í live-sendingarnar.
Fimm luttakarar eru í hvørjum bólki ? tey undir 25 ár, tey yvir 25 ár og bólkar ? og Anna Nygaard kappast við fýra onnur um at koma víðari. Og tað verður ein trupul avgerð hjá Remee, tá ið hann skal skera sínar luttakarar niður frá fimm til tríggjar.
Stóri spurningurin er so, um Anna Nygaard verður send úr kappingini ella kemur víðari í kvøld. Í forumtalu hjá DR fyri kappingin sæst, at Anna Nygaard grátandi klemmar Remee, men hví ger hon tað?
Farna vikuskiftið hittu vit Annu Nygaard í Keypmannahavn, men hon var tøtt sum tunnan um, hvør avgerðin í kvøld fór at vera. Men lagið var gott, og spurningurin er so, um tað kann geva nakra ábending.