Hví hjálpti eingin mær, tá ið eg var lítil

- Síðani eg var fimm ára gomul, havi eg hugsað um at dripið meg sjálva. Tíðliga og seint hevur mamma trúttað niður meg, at eg eri eitt haft um beinið, og at eg aldri skuldi verið fødd. Hví skuldi eg liva, tá ið hon ikki vildi hava meg. Samstundis eri eg bangin fyri at doyggja og bangin fyri at liva, sigur Julia, ið er ung kvinna av bygd, sum hvønn dag stríðist við avleiðingarnar av vantandi umsorgan, kynsliga misnýtslu, ræðsluherðindum og øðrum

 

VANTANDI UMSORGAN


Hon roynir at fóta sær í lívinum, at síggja til ein heilt vanlig ung kvinna fyrst í 20-unum. Fyrikomandi, blídlig og ein grunar ikki, hvat bylgist inni í henni - í fyrsta umfari. Andlitið er brosandi, eyguni livandi og hon er sjáldsama høvisk. Vit tosa um vantandi umsorgan av grovasta slag, um ófatuligt svik framt av øllum í nærumhvørvinum, um kynsliga misnýtslu, um sjálvmorðsroyndir, um ræðsluherðindi, um at endurtaka sína egnu lagnu. Men fyri at verja hana, geva vit henni annað navn, Julia, men hon kann vátta, at alt er í samsvari við veruleikan, sum verður skrivað á hesum síðum.

Vit sita heima hjá Juliu í lítlu íbúðini, har hon býr saman við drongi sínum, sum er til arbeiðis hesa løtuna. Uttan fyri er nógvur gangur av bilum og byggivirksemi. Inni í íbúðini, sum er nosslig og hugnalig, er friðarligt, nú vit sessast til eitt avtalað prát. Á borðinum stendur ein vasi við fimm reyðum rósum, bøkur eg beri kensluna á standa á bókahilluni, og á vegginum hanga fleiri myndir av einum lítlum álvarsomum dreingi. Julia sessast yvir av mær og biður myndamannin umbera seg, tí hon ikki klárar at sita so friðarlig. Hon finnur ikki beinanvegin hvíld í stólinum, kanska er tað fjálturin, sum ger vart við seg, nú er hon til reiðar at greiða okkum frá síni lagnu.

Julia er fødd og uppvaksin í eini lítlari bygd í Føroyum, og har búði hon øll barna- og ungdómsárini saman við foreldrunum og beiggjanum, sum er nøkur ár yngri. Pápin er vanligur arbeiðsmaður, men meðan børnini vóru smá, sóu tey lítið til hann, tí hann hevði langar arbeiðsdagar. Mamman hevur alt tað Julia kann minnast verið sálarliga sjúk. Hon hevur ongantíð knýtt seg til dóttrina, har hevur eingin móðurkærleiki verið, og tíðliga og seint hevur mamman trúttað niður í Juliu, at hon er eitt haft um beinið, at hon aldri skuldi verið fødd, og at eingin dugur er í henni.

- At mamma er sálarliga sjúk hevur verið ræðuliga hart fyri okkum systkin, og frá tí eg minnist, havi eg verið noydd at gjørt mær greitt, at hon fór ikki altíð at vera hjá okkum. Hon hevur verið innløgd í fleiri mánaðir í senn, onkuntíð eitt hálvt ár, og vit systkin fingu aldri nakað at vita. Sum barn skilti eg ongantíð, hvat bagdi mammu, hví hon var so sjúk, og hvussu eg skuldi vera ímóti henni. Og altíð havi eg verið bangin fyri at enda sum hon.

Eingin móðurkærleiki

Kenslan at føla seg einsamalla í verðini, hevur fylgt Juliu alt lívið. Og nú prátið er komið í gongd, gerst greitt, at hon hóast sína unga aldur er rættiliga tilvitað um tað, henni hevur verið fyri í barnaárunum og ikki minst um tey djúpu spor, tað hevur sett í hana.

? Saknin av kærleika føli eg hvønn dag, eins og eg hvønn dag siti við spurninginum, hví eingin hjálpti mær. Mamma hevur ongantíð víst, at hon er góð við okkum, har hevur eingin kærleiki verið, og eg havi ongantíð følt, hvat tað vil siga at hava eina mammu. Pápi hevur verið ein góður pápi, hann hevur roynt at stuðla okkum og verið góður við okkum, men hann hevur verið so upptikin av arbeiði, at hann ongantíð hevði tíð til okkum. Og tað eru ting, eg ikki hevði hug at siga við hann, sum eg kundi havt sagt við mammu, sigur Julia.

Meðan mamman var innløgd, tók pápin sær av børnunum sum frægast. Í fleiri tíðarskeiðum hevur hon verið ein kastibløka ímillum fjarskotnar limir í familjuni, válað úr einum parti í landinum til ein annan.

? Eg visti aldri, hvussu leingi, eg skuldu vera á einum stað, og tí vildi eg ikki knýta meg til fólkini, sum tóku sær av mær. Tað var tað lættasta.

Julia og beiggin megna ikki at tosa um teirra felags lagnu, og hon hevur lítið og einki samband við beiggjan, og kemur ógvuliga sjáldan í barndómsheimið.

? Eg eri meiri kenslusom enn beiggi mín, havi lættari við at gráta og tosa um mína fortíð, meðan beiggi mín hevur alt inni við seg sjálvan, er ógvuliga kaldur og ringur at koma inn á. Hann vil treyðugt tosa um nakað, og er ein stillur drongur. Soleiðis havi eg eisini verið, til eg ikki kláraði tað meir. Vit hava ikki so nógv samband, tí eg havi ikki rættiliga álit á tey, kanska tí tey minna meg á tað sum eg ræðist.

Forfylgd av sjálvmorðstankum

Líka síðani Julia var fimm ára gomul, hevur hon gingið við sjálvmorðstankum. Og tvær ferðir hevur hon roynt at beint fyri sær sjálvari. Fyrru ferð sum 14 ára gomul við sovitablettum og seinnu ferð sum sekstan ára gomul, har hon royndi at skera pulsæðrina av.

? Eg hoyrdi alla tíðina onkran siga við meg, at eg skuldi gera av við meg sjálva. Eg orkaði ikki at liva meira, eg ætlaði veruliga ikki at vakna aftur. Men onkur hevur funnið meg, og á sjúkrahús kom eg báðu ferð. Eg visti ikki til mín, fyrr enn eg lá á psykiatrisku deild.

Um hetta mundið sum tannáringur verður Julia greið yvir, at hon hevur verið kynsliga misnýtt sum smágenta. Ikki fyrr enn hon sjálv fyrstu ferð er í song við einum dreingi, er hetta henni greitt.

? Eg visti, at eg onkusvegna hevði upplivað hetta kynsliga sambandið fyrr, pínuna og kensluna. Tíðarskeiðið frá eg var sjey ára gomul til eg var tólv ár minnist eg ikki. Tað er fullkomiliga burtur í mínum hugaheimi. Men misnýtslan er farið fram áðrenn, frá eg var fimm til eg var uml. seks-sjey ára gomul, greiðir Julia frá.

Tað var ein sokallaður góður vinur í familjuni, sum framdi illgerðina ímóti Juliu. Hann var ofta í heiminum, nærum gerandisgestur, og av tí at hann var tannáringur, var tað eingin sum gáaði eftir, at hann var á loftinum saman við Juliu.

? Hetta var eitt spæl, sum hevði sínar egnu reglar, og eg hugsaði aldri um at siga tað fyri nøkrum, minnist Julia á.

Ikki fyrr enn Julia var sekstan ára gomul, segði hon foreldrunum frá, hvat henni hevði verið fyri sum barn.

? Tey trúðu mær ikki. Søgdu, at eg hevði ein villan fantasi. Vit hava ongantíð aftur tosað um tað, men í dag trúgva tey mær.

Hesin, ið framdi kynsliga ágangin ímóti Juliu, er ikki meldaður, hóast hon mangan hevur umhugsað tað.

? Mín dreymur er at siga honum, hvat hann hevur gjørt ímóti mær, hvussu nógv hann hevur oyðilagt fyri meg bæði sálarliga og likamliga.

Bløðandi sár

Misnýtslan hevur ført við sær, at Julia hevur fingið eina bronglaða mynd av sínum kroppi og sær sjálvari. Hon torir illa at vera ímillum fólk, serliga um dagin, og hon ræðist myrkur.

? Misbrúkið er ikki tað ringasta. Tað ringasta eru avleiðingarnar, sum liggja sum eitt bløðandi sár innan í mær. Eg eri bangin fyri at doyggja og bangin fyri at liva. Bangin fyri, at fólk síggja ígjøgnum meg, at tey vita alt um meg, at okkurt er galið við mær, at eg eri skitin, at eg eri ljót og tjúkk. Eg góðtaki als ikki, hvussu eg síggi út, og tað eru dagar, eg bara kann liggja í seingini. Serliga tá ið drongur mín er burtur í arbeiðsørindum. Alt er eitt sindur betri, tá ið hann er heima. Nú fyrst saman við honum veit eg, hvat kærleiki er.

Øll vistu

Umstøðurnar heima hjá Juliu og beiggjanum vóru ikki ókendar í bygdini. Heilsusystirin, sum javnan kom inn í heimið at kanna mammuna og hvussu nógvan heilivág, hon skuldi hava, sá og visti, hvussu børnini vórðu forsømd, og hvussu illa tey vóru fyri í allar mátar. Eisini barnaverndin á staðnum visti, hvat gekk fyri seg, tí tveir limir í barnaverndini vóru góðir vinir hjá familjuni. Men eingin gjørdi nakað, eingin hoyrdi neyðarrópini frá Juliu og beiggja hennara.

? Barnaverndir í lítlum bygdum grípa ikki inn í familjur, tey kenna. Tey hava kanska hugsað, at tey kunnu einki gera, tí maðurin í húsinum hevur aldri gjørt nakað galið. Pápi var góður við okkum, men eisini hann átti at havt sæð, at vit liðu undir sjúkuni hjá mammu. Eg bað ongantíð beinleiðis um hjálp, men allíkavæl átti barnaverndin havt bjóðað onkra hjálp, kanska onkran stuðul í heimið, meðan mamma var sjúk soleiðis, at onkur var heima. At onkur var har. So gott sum altíð havi eg verið einsamøll.

? Í skúlanum varð eg øgiliga illa argað, tí eg hevði eina sjúka mammu, men heldur ikki skúlin gjørdi nakað. Og fyri at verja meg ímóti øllum, lat eg aftur fyri øllum og lat ongan nærkast mær. Eg bygdi ein múr rundan um meg. Eg var bara til uttan at liva. Inni við meg sjálva hevði eg tað ræðuligt. Eg tordi ikki at vera einsamøll, tí fekk eg ein tjans, gjørdi eg sjálvmorð, greiðir Julia frá.

Barnaverndir eiga ikki at verða mannaðar við fólki á staðnum, heldur Julia.

? Verða tær framhaldandi tað, verður ov lítið gjørt fyri at hjálpa teimum, sum hava brúk fyri hjálp. Tað undrar meg, at tað yvirhøvur er lógligt. Beiggi mín og eg hava beinleiðis liðið undir, at limir í barnaverndini í míni heimbygd kenna ov væl míni foreldur.

Ung mamma

Sum 19 ára gomul átti Julia ein son. Hon fekk eina álvarsliga føðipsykosu.

? Eg gleddi meg ikki, tá ið eg gekk við honum, men helt kortini, at barnið fór at broyta mítt lív, gera alt betri og fáa skil á mítt lív, og tað royndi drongur mín eisini at sannføra meg um. Men eg knýtti meg ongantíð til hann, meðan eg gekk við honum, og tá ið eg fekk hann í føvningin fyrstu ferð, føldi eg eina stóra sorg. Hvussu skuldi eg duga at føla nakran kærleika, tá ið eg ongan havi fingið sjálv. Meðan eg lá við pressiverkjum, gjørdist mær týðiligari greitt, hvat eg hevði verið út fyri, tá ið eg var misnýtt. Og tað kláraði eg ikki at fata.

Julia bað til fánýtis um hjálp frá heilsusystrini á staðnum, barnaverndini, lækna og øðrum.

? Eingin lurtaði, og eingin tók meg í álvara, sjálvt um eg rópti um hjálp. Tey søgdu bara, at tað eg føldi var púra vanligt við fyrsta barninum. Men einki var vanligt, tí eg orkaði ikki so frægt sum at taka mær av honum og vildi einki hava við hann at gera. Tað eg hevði brúk fyri var sálarfrøðilig hjálp, ráðgeving og stuðul. Øll kunnu fáa føðipsykosu, og varð tað staðfest í mínum føri, hevði nógv verið øðrvísi í dag.

Ein ring avgerð

Tað var mest sum bara drongur Juliu, sum tók sær av soninum, teir gjørdust skjótt tætt knýttir, og tá ið sonurin var árs gamal, fóru foreldrini hvør til sítt. Og um hetta mundið kom barnaverndin brestandi upp í leikin, og Julia og sonurin komu á Barnaheimið, har tey vóru í eina tíð.

? Hetta var ein ræðuliga hørð og strævin tíð. Ístaðin fyri hjálp og stuðul, fekk eg alla tíðina mótspæl, og eg slapp ongantíð at vísa, at eg kundi læra. Eg noktaði ongantíð fyri teimum, at eg ikki orkaði at hava sonin hjá mær, og eg dugdi væl at síggja, at eg hevði stórar trupulleikar. Men Barnaheimið vildi hava meg at lata sonin til fosturs, og tað vildi eg ikki.

Umstøðurnar á Barnaheiminum vóru ikki heimligar, heldur Julia. Alt ov nógv fólk, starvsfólk og børn, sum koma og fara. Men sonurin mentist nógv, meðan hann var á Barnaheiminum, hann gjørdist ein glaður drongur við sjálvsáliti, og fyri Juliu gjørdist tað so líðandi greitt, at hon mátti taka eina avgerð, hvat henda skuldi soninum. Og tað var ikki nøkur løtt avgerð at taka. At lata sonin vaksa upp hjá pápanum.

? Ein og hvør mamma, sum elskar sítt barn, vil tí tað besta. Elskaði eg hann ikki, kundi eg bara lagt líka í, hvussu hann hevur tað, og hvar hann er. Eg vildi honum tað besta, men megnaði ikki at geva honum tað, tí eg hevði so nógv at arbeiða við inni í mær sjálvari. Eg forsømdi hann alla tíðina, og eg ivist ikki í, at hann kennir seg sviknan av mær.

Julia sær sonin annað hvørt vikuskifti.

? Vit hava tað gott saman nú, men hava enn langan veg eftir at byggja sambandið upp okkara millum. Um hann nakrantíð aftur kemur at vera hjá mær burturav, veit eg ikki. Kanska seinni í lívinum. Tað verður upp til hann.

? Tað pínir meg framvegis, at eg lat hann frá mær, men eg veit, at hann hevur tað gott, har hann er. Hann kennir seg ikki heilt tryggan hjá mær enn, og veit ikki, um og nær eg vil hava hann hjá mær. Onkuntíð spyr hann, hví eg ikki vil hava hann hjá mær alla tíðina, og eldri hann verður, meiri óskiljandi verður tað fyri hann, at eg ikki kann hava hann.

? Tá ið eg tók avgerðina at lata hann til pápan, hugsaði eg aldri, hvat fólk fóru at hugsa. Men tað gera foreldrini hjá mær, sum als ikki skilja, at eg ikki havi hann hjá mær. Tað snýr seg ikki um, hvat fólk halda, men hvat er best fyri sonin.

Hesa ferð eydnast tað

Julia er aftur við barn og skal eiga eina ferð í summar. Vit kunnu ikki lata vera við at spyrja, hvussu tað kennist, og hvussu tað verður hesu ferð.

? Tankin um enn eina føðipsykosu ræðir meg, eisini ábyrgdin, sum fylgir við at fáa eitt barn. Tá ið eg havi ein ringan dag, hugsi eg besta loysnin hevði verið at burtættleiða barnið. Men eg rokni ikki við, at tað er sannlíkt, at eg aftur fái eina føðipsykosu, tí alt er øðrvísi hesa ferð. Eg gleði meg til barnið, eg hugsi meiri positivt og havi størri mót. Hesa ferð fari eg at klára tað. Eg havi longu knýtt meg til barnið, greiðir Julia frá.

Tað skilst á prátinum hjá Juliu, at hon ikki er ókend í sálarfrøðini. Eftir at hon hevði roynt at beint fyri sær sjálvari tvær ferðir, hevur hon verið til samrøðu hjá nógvum psykiatarum og sálarfrøðingum, uttan at hon er hjálpt nakað serligt.

? Allir siga, at eg fái tað betri við tíðini, men tað er eingin hjálp at fáa at vita. Fyri lítlum ári síðani gjørdist greitt fyri mær sjálvari, at okkurt álvarsamt mátti gerast fyri at eg skuldi fáa tað betri. Eg byrjaði at lesa alt eg fekk fatur á av lesnaði um ræðsluherðindi, kynsliga misnýtslu, vantandi umsorgan og annað, eg kundi kenna meg aftur í. Sjálvt um tað í byrjanini var ringt at lesa hetta, hevur tað hjálpt mær. Eg føldi veruliga, at hetta vóru bøkur, sum vóru skrivaðar um meg. Síðani eri eg farin at skriva dagbók um, hvat eg eri bangin fyri og hví. At seta orð á, hvat eg havi verið fyri, hjálpir.

Julia tekur ein dag í senn, gongur til sálarfrøðing, og hóast hon ikki hevur góðar royndir av slíkum higartil, eru vónirnar til ta ráðgevingina góðar hesa ferð. Samstundis hevur hon støðugt samskifti við kommunulæknan, sum javnan ringir og spyr, hvussu hon hevur tað. Drongur hennara, sum helst ikki vil vita ov nógv um tað, Julia hevur verið fyri, er góður stuðul eins og góðir vinir, ið eru um hana hvønn dag.

? Uttan tey hevði eg einki megnað.

Mamma Juliu er framvegis sjúk, tað fer hon altíð at vera, sigur Julia, men nú Julia er vaksin, eru tær byrjaðar at nærkast hvørji aðrari eitt sindur.

? Tað gongur ógvuliga seint, tí hon er so sjúk og tekur so nógvan heilivág. Hóast hon veit, at eg havi tað ringt við meg sjálva, og at eg havi brúk fyri at tosa við hana um ymiskt, sum er hent, klárar hon tað ikki. Eg má bíða til hon fær tað betri.

Í løtuni er Julia arbeiðsleys, og tað er ikki gott fyri hennara sálarstøðu.

? Eg havi brúk fyri at vera í gongd, soleiðis at tankarnir í høvdinum ikki taka yvirhond. Sjálvmorðstankarnir koma onkuntíð, men eg veit allíkavæl, at eg drepi ikki meg sjálva. At eg havi verið misnýtt fer at fylgja mær alt lívið, men eg hopi ein dag at fáa tað betri. Samstundis sum eg havi latið upp fyri hesum partinum í mær, er tað verri at bera. Tað er sum at uppliva tað aftur, sigur Julia at enda.