Meina vit nakað við at verja útjaðaran, so er her ein upplagdur møguleiki at vísa tað. Lat okkum gera tað ókeypis at ferðast til útoyggjanar- ein teirra er Sandoyggin.
Men hvør skal gjalda undirskotið, sum tá verður, spyr tú ? Svarið er einfalt- tey somu, tú og eg, sum, tá tunnlin er liðugur, gjalda avdrátt og rentur av honum. So hví ikki byrja nú?
Tað hevði verið ein útrætt hond til Sandoynna- og hinar útoyggjanar, sum sjálvandi eiga at fáa sama tilboð.
Útjaðarapolitikkur í verki, meðan vit bíða eftir tunnlinum!