Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
?????????????????
Varaløgmaður Høgni Hoydal er farin at seta sambandspolitikarum spurningar, so í Sambandsflokkinum eru vit ikki í iva um, at teir eru settur til okkara. At tað er lítið virðiligt ella álitisvekjandi at vera nevndur sambandspolitikari, sum formaður Javnaðarfloksins vil vera við, má standa fyri hansara egnu rokning,Vit í Sambandsflokkinum eru tvørturímóti errin av heitinum, tí vit hava og hava altíð havt eina greiða støðu í tí spurninginum sum einasti flokkur, so veljarin hevur ongantíð skula ivast, hvar vit standa.
Vit hava eisini hildið fast við sama heiti øll árini, meðan stórar broytingar eru hendar í politisku søgu Føroya.
Nú er so tíðin komin til nýggjar broytingar, og eisini í tí arbeiðnum vilja vit gera okkara ávirkan galdandi, men at sleppa okkara endamálsgrein sum sambandsflokkur fara vit ikki.
Spurningarnir
Fyri at venda aftur til spurningarnar frá Høgna Hoydal, so er ivaleyst endamál hansara, at hann skal hava svar, sum hann vil hava at venda tann vegin, sum hann vil. Tí svarini kennir hann áðrenn, ongin ivi um tað.
Tú hevur ikki lisið og tikið prógv um samskifti uttan at duga tað kynstrið !
Til spurning 1 og 2 er at siga, at vit hava eina heimastýrisskipan sum er eitt politiskt samráðingarúrslit millum tveir partar, har annar og minni parturin innan hesa skipan hevur havt møguleikar at menna seg í góðum samstarvi við hin, ið er eitt norðurlendskt, demokratiskt vælferðarsamfelag. Hetta samstarv innan sama ríki hevur givið ávís rættindi hvør hjá øðrum.
Hesi rættindi hava verið til fyrimunar fyri føroyingar.
Fíggjarligir spurningar hava eisini verið loystir partanna millum við samráðingum í nógv ár, men at tað altíð hevur verið uttan trupulleikar, skal ikki vera sagt her.
At illgitingar, misálit og brigsl hevur ávirkað samstarvið og samskiftið nógv seinastu árini, er tíverri veruleiki, og tað harmar okkum almikið. Hetta hava so gott sum allir føroyingar merkt á egnum kroppi, men hetta hevði borið til at rætta upp aftur og betra, um vilji var til staðar, ikki minst í Føroyum ! Men fullveldi hvørki loysir ella bjargar tí málinum.
Til spurning 3 kann stutt svarast: Vit eru ein tjóð, tað eru greið boð Sambandsfloksins. Hví skal Tjóð-veldisflokkurin júka aftur og aftur, at vit ikki eru tað ? Tað kann bert sáa mistreysti, men tað er helst eisini tað, sum er endamálið hjá Høgna Hoydal.
Svarið til spurning 4, 5, 6 og 7 er, sum sagt var til fyrsta spurning: Vit hava eina heimastýrisskipan við nógvum møguleikum fyri broytingum, men hetta hevur sitandi samgonga ikki torað, megnað ella verið samd um at broyta.
Hví setir tú spurning nr. 8? Hvør hevur noktað okkum at yvirtaka okkara fólkakirkju við øllum tí, sum harvið fylgir og við øllum valdi? vilja vit gjalda, so kann trupulleikin hjá Høgna verða loystur.
Eitt annað er, at Sambandsflokkurin ikki vil finna seg í, at ein føroyskur politiskur meiriluti einsamallur skal gera av, um vit skulu hava eina fólkakirkju í framtíðini.
Í Føroyum er pláss fyri ymiskum kristiligum samkomum, sum sjálvar skipa síni viðurskifti. Tað eru rættindi, sum tær hava. Tá talan er um okkara fólkakirkju, skal kirkjufólkið sjálvandi vera við til at taka avgerðir og ávirka, um kirkjan skal broytast, og hvussu hon skal virka. Og tað skal kirkjufólkið hava tíð til at viðgera og skifta orð um Tað ætlar sitandi samgonga ikki, at tey skulu. Hvar er nú tín virðing fyri fólkaræðinum, Høgni ?
Trúarlívið í Føroyum er ein sera eymur spurningur, sum ikki bara við einum politiskum pennastroki skal verða broytt, tí tað passar best í eina politiska skrá.
Og hví setir tú spurning nr. 9? Er hatta ikki sum við spurningi nr. 3, at tú vil sáa mistreysti og øsa?
Hasin spurningurin er avgreiddur Høgni Hoydal. Vit eiga undirgrundina!
Betri samfelag?
At formaður Tjóðveldisfloksins sigur seg vilja hava eitt betri og rættvísari samfelag, har fólkaræði skal galda, er tað sama sum at siga, at hatta er ikki galdandi í Føroyum í dag, og samstundis roynir hann at rættvísgera sínar ætlanir
Hóast hann ikki setir okkum tann spurningin, men bert staðfestir tað í greinini, so er okkara svar, at við hansara fram-ferðarhátti í sambandi við samráðingar, og hansara politisku framtíðarætlanum fyri okkara landi og fólki, so vilja vit av øllum alvi ávara móti tí, sum hendir við hesum landsstýri, har júst vandin fyri at missa møguleikarnar fyri einum góðum og rættvísum samfelag, har fólkaræði skal galda, er í stórum vanda.