Bogi Eliasen
cand.scient.pol
???????
Drotningavitjan stendur aftur fyri durum. Alt frá hundalortaskipanum í høvuðstaðnum til asfaltering í smábygdum verður skunda fram, tí drotning okkara, yvirhøvd føroyinga kemur á vitjan. Vit vita øll, at tað er nakað serstakt tá tey kongaligu koma her. Alt verður pyntað, bygdir og býir berjast um at fáa tey til sín, fólk veitra og vilja heilsa, og so er ikki minst spenningur um hvør fær heiðurin at bera krossin, ikki ein stóran av træi, men ein lítlan av onkrum metalli.
Hetta við sonevndum royalum yvirhøvdum er glæstriligt, men í dag hava sessirnir ongan politiskan týdning um okkara leiðir. Alt er meira symbolir, ein eind, okkurt at fylkjast um, ja kanska sálin í samfelagnum. Fyrst var kongur Guds umboð á jørð, síðani bert leiðari, oftani ein harðrendur einaræðisharri, til demo-krati avloysti dynasti, og á okkara leiðum hava tey kongaligu nú bert symbolskan týdning. Tí eru eisini ymiskar áskoðarnir um at hava kongshúsið. Har kongshúsið hevur yvirlivað, er tað m.a. tí at tað hevur megnað at fylgt við broytingum og verið við í tilgongdini at skifta dynastiið við demokrati.
Kongshúsið er ódemokratiskt
Men t.d. í danska kongaríkinum er tað soleiðis, at tey kongaligu hava nøkur framíjhárættindi og summi halda ikki at tað eigur at koma fyri í einum demokratiskum samfelag, sum haraftrat brúkar nógva orku uppá at seta demokratiskar skipanir á stovn kring heimin. Harafturat kemur so symbolski leikluturin í politisku skipanini. Drotningin skal gerast ymiskt, men verður koyrd úr starvi, um ikki hon fylgir harraboðum. Fyri kortum kallaði m.a. Niels Helveg Petersen skipanina við at greiða drotningini frá lógaruppskotum, fyri fjas og tíðarspill.
Tey kongaligu ikki mannarættindi?
Í Bretlandi hevur kjak tikið seg upp, har víst verður á at tey kongaligu ikki hava grundleggj-andi rættindi. T.d. ikki reellan valrætt og ikki talufrælsi, og hetta verður brúkt sum grundgeving fyri at avtaka kongshúsið, tí tað ikki kann verða rætt at fólk ikki hava full rættindi. Ein av kritikkarunum, bretski Johann Hari, í vísur á hetta í bókini "God Save the Queen" frá 2003.
Føroyingar royalir
Men hyggja vit meira demokratiskt at kongshúsinum, so er lítið at ivast í, at tað er savnandi og nakað sum fólk eru góð við. Føroyingar eru eisini góðir við kongshúsið, hóast tað tykist slakari í ár enn vanligt. Kongshúsið stendur kanska fyri donsku søguni í dagsins samfelag, er sambandið við søguliga Danmark. Men eisini úteftir hevur tað stórt virði. Bæði sum duraopnari fyri vinnulívið og millumtjóða politikki, men eisini reklama fyri Danmark sum ferðamannaland.
Í eini meting av fyrimunum og vansum við at hava danskt kongshús, eigur soleiðis at verða hugsað um fyrimunirnir viga meira, enn vansin av t.d. at skipanin ikki er heilt demokratisk.
Fáa vit nakað burturúr?
Men um vit í Føroyum fáa nakað burturúr hesum ágóðum, tykist sera ivasamt. Føroyar verða ikki av útlendingum sett í samband við danska kongshúsið og fáa tí heldur ikki ágóða av reklamuvirðinum, eins og kongshúsið ikki letur dyrnar upp fyri føroysk vinnulív og føroyskum politikki úteftir. Hetta er helst partvíst okkara egna skuld, men um talan er um eitt kongshús fyri allan Ríkisfelagsskapin, so má tað merkja, at arbeiðast eisini skal beinleiðis fyri Føroyar og føroysk áhugamál í hesum sambandi. Skal tað geva nakra meining, at hava eitt felags kongshús, so má minsta kravið verða, at Drotningin (ella kongaliga yvirhøvdið, regenturin)hevur eina árliga fasta vitjan í Føroyum. Hetta merkir sjálvandi, at vitjanirnar ikki gerast eins spennandi og forkunnugar, men tað skulu tær heldur ikki verða. So verður heldur ikki asfalterað og ábøtt uttan mark, tá kongalig vitjan er, og tað er kanska tað fólkum dáma best. Ábøtur skulu altíð gerast og ikki bert tí ein kongaligur oddafiskur velur av tilvild at svimja framvið. Júst tilvildin hevur eisini ávirkan, tí tað skapar eina kenslu av, at nú eru vit útvald til at verða so týdningarmikil, at kongshúsið hevur tíð koma til Føroyar. Hetta er lítið virðiligt.
Kostnaðurin
Nakað hevur verið frammi um kostnaðin av hesum, serliga nú niðurgangstíður eru og sparingar verða framdar. Kann tá slík eyka útreiðsla sum hetta koma inn uttan stórvegis trupulleikar. T.d. var talan um, at ikki var pláss fyri øllum skikkaðu næmingunum á miðnámskúlar og bleiv hetta so bara loyst, tí tað hevði verið serstakliga trupult at raðfesta eina vitjan, hóast kongaliga, framum útbúgving? Ikki tí, eitt nýmótans og opið samfelag má hava ráð at hava vitjanir. Men var talan um vitjanir í fastari legu, so kom slíkt ikki óvæntað á okkara búskap. Hinvegin so má eisini verða pláss til t.d Clinton, Bush, Putin, Blair ella hvør núverani ella fyrrverandi leiðari fær hug at stinga høvdið upp um okkara leiðir, eisini kongalig.
Vitja tá tey hava hug?
Sum kunnugt so fylgir ábyrgd við, tá ein krúnprinsur ella prinsessa verða borin í heim. Hesi verða soleiðis uppald og vand til henda leiklut. Tað kann hava sínar fyrimunir, men tað kann eisini verða ein vansi, at ein sessur er arvaligur. Viðvíkjandi Margretu Drotning og Fríðrikki krúnprinsi hevur eydnan verið við, tí tey eru virðilig umboð. Men skal tað hava nakra meining at hava ein ríkisfelagsskap sambundnan av symbolska kongshúsinum, mugu tey eisini vísa seg oftari. Tí átti tað at verða ein av regentpligtunum at vitja árliga, og tað kann ikki bert verða upp til kongshúsið sjálvt at avgerða, um tey vitja ríkispartarnar. Hyggja vit eftir almennu vitjanunum Margreta Drotning hevur verið í Føroyum, eru talan um 5 síðan 1972; í 1978, 84, 95, 98 og 2000. Fimm vitjanir í 33 ár, havi eg fingið upplýst frá kongshúsinum.
Samanumtikið
Míni demokratisku prinsippir hava ilt við at góðtaka, at vit skulu hava eitt kongshús mitt í skipanini, hvørs borgarar á ávísum økjum ikki eru undir lógini,og hinvegin ikki kunnu velja, sum øll onnur. Men illa ber til at liva av prinsippum eina. Fleiri kanningar hava víst, at kongshúsið hevur eitt nógv størri reklamuvirði fyri Danmark, enn kostnaðurin er av tí. Tíanverri fáa vit ikki serligan ágóða av hesum. Føroyingar eru góðir við kongshúsið, men ikki kann sigast at kongshúsið ger nógv fyri at fáa henda heiður. Sera langt er millum kongaligu vitjanirnar og helst tí fer alt upp at gorra, tá tær eru. Sama uppmerksemi hevði ikki verið, um slík vitjan var á hvørjum árið. Sigast kann, at kongshúsið viðvíkjandi Føroyum ger góða branding av sær sjálvum. Tað vit hava brúk fyri er branding av Føroyum úti í heimi. Men skal tað geva nakra meining at hava eitt kongshús fyri Føroyar, so mátti tað verið minsta krav, at regenturin kom á vitjan árligani. Gamaní, stásið hevði ikki verið tað sama, men at umboða eina tjóð, má hava meira innihald enn tað, sum vit vanliga síggja. At fáa nøkur mekanisk orð í hvørjari nýggjársrøðu og franska vitjan sjeynda hvørt ár, tað er ikki nokk.