Hvør dagur skal livast fult

Elisa Heinesen, sniðgevi, svarar spurningum um ársskiftið

Miðlahúsið hevur spurt ymisk fólk um, hvussu tey upplivdu 2017, og hvat tey vænta av 2018. Her svarar Elisa Heinesen, sum er sniðgevi í London.

Hvussu var 2017 fyri teg?
– 2017 var produktivt, litríkt og fult av lærdómi.

Hvør var besta upplivingin í 2017?
– Besta upplivingin í ár var frítið vid familju og vinum. Leiðin gekk til Turkaland, Føroyar og París. Eitt annað var, at unnustan hjá Captain America gekk í kjóla frá mær. Tað var sera stuttligt fyri elsta drongin hjá mær, sum elskar Captain America.

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017?
– Grenfell Towerblock tragedian var heilt avgjørt keðiligasta upplivingin í 2017. 71 fólk doyðu í eldbrandi í háhúsi í vestur London. Hjálparloysi og frustration vóru kenslurnar, sum stóðu fremst. Politiskt sæð reint globalt – ongi orð!

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018?
– Eg gleði meg longu at fara í holt við 2018. Eg havi altið dámt at lívið er bytt upp í sesongir, og vár er tann ultimativa byrjanin. Alt tad, sum árið, ið fór hevur lært meg, skal nú setast í verk. Lívið er stutt, og hvør dagur skal livast fu