Hvør er bangin fyri Elfriede Jelinek?

? Ein vandamikil høvundi vann ? Nobelvirðisløna

Kim Simonsen
??????????????

Hon er ikki ein av teimum høvundunum, ið vil hava, at fólk skulu dáma hana ella elska hana. Hon skrivar um sex, nasismu og um for-trongdar kenslur millum kynini, um tøgnmentanina í Eysturríki og so er hon ein feministur. Vinnarin av Nobelvirðislønini Elfriede Jelinek er ein livandi gøla, ein høvundi, ið fær fólk at gerast í øðini og her kann hon læra okkum í Føroyum okkurt umráðandi


Jelinek er ein samfelagsrevsari og ein óvanliga djørv kvinna. Málsligt er tað nærum ógjørligt at lesa, hvat hon skrivar, tí hon fyriheldur seg til málið og fær málsligar týðningar at mutera. Einki løgi í tí, hon er í familju við heimspekingin Wittgenstein.
Hon hevur bæði skrivað yrkingar, sjónleikir og skaldsøgur. Tað, sum er serligt við Jelinek, er, at hon brúkar mentanina, alt frá teknirøðum, lýsingum og øllum tí lortinum tey senda í sjónvarpinum. Hon brúkar vanligar klisjeir, ið sløðast í málinum, fyri at vísa á, hvussu sjúkt okkara samfelag er.
Serligani er hon óð inn á, at kvinnur enn eru kúgaðar. Hon sær fasismuna í sjónvarpinum og í økta fjølmiðlaídnaðinum, at tey, sum eiga miðlanar vilja heilavaska fólk til at gera, sum tey vilja hava. Tá eg hugsi um sendingarnar í dag, sum vilja hava øll at gerast smáborgarar sum í "Hit med sangen", "Popstars" og sendingum um "makeovers" og innrætting av íbúðum, vil eg geva henni rætt.
Bambiland
Seinast hevur hon skrivað ein sjónleik, ið eitur "Bambiland", ið er um fjølmiðlarnar og Irak, her er eitt brot:
"Bambi is always the poor, the small, the dear, the pestered. The one that has put itself in danger and perishes in it. People as toys pass from one hand to another. That which the one child has just thrown away the other can still do with. They are lead and looked after, the children, and they in their turn keep an eye on their toys so that nobody takes them away from them. Poor children. Poor people. So they have, as an encouragement, as a way of building trust, in an obligation to protect their own people cast all these cluster bombs. I personally perceive their appearance as tactless, but I do under-stand why they did it. They killed many, fruit vendors, newsagents, shepherds, sheltered people, unsheltered people, whole families, wholly or not, anyway, they had a right to do so, they did so in order to protect their own troops and to keep their losses as low as possible (?)"
Jelinek er 57 år og hin fyrsti høvundin úr Eysturríki, ið hevur fingið hesa virðisløn. Hon er útbúgvin innan sjónleik og listasøgu, men er eisini útbúgvin inn-an orgul frá Konservatoriinum í Wien. Hon fekk sum ung eitt nervasamanbrot, m.a. tí mamman hevur noytt hana fram. Onkur meinar, at hennara øði stavar frá hesi tíðini.
Jelinek er ikki stolt av at koma frá Eysturríki, hon hevur funnist at national-ismuni í heimlandinum og hon hevur revsað Kurt Waldheim, ið var SS-offiserur á Balkan, og Jörg Haider. Hon vil ikki hava, at tey í Eysturríki nú skulu brúka hesa virðisløn, tí hon tekur avstand frá kon-servatismuni í heimlandin-um.
Tey flestu kenna ikki Jelinek, men tey, sum hava sæð filmin "Pianisten" eftir Michael Haneke vita, hvat hon ger. Seinastu árini hevur hon skrivað nógvar sjónleikir.
Ikki Inger í ár
Stórir høvundar hava fingið Virðisløn Nobels, men høvundar sum Joyce, Proust, Kafka, Ibsen, Borges, Strindberg og Astrid Lindgren fingu hana ikki. Ofta hava bókmentafrøð-ingar skemtiligani sagt, at í ár fær enn ein fjallahøvundi frá Kaukasus virðislønina. Í ár varð tó tosað um, at sýriski yrkjarin Adonis, svenski yrkjarin Tomas Tranströmer, belgiski Hugo Claus, amerikanski høvundin Joyce Carol Oates ella danska Inger Christ-ensen komu at fáa Nobels virðislønina.
Tá skrivarin fyri Nobel Nevndina, Horace Engdahl kom út gjøgnum kendu hurðina tók hann til á svenskum, týskum, ensk-um, fronskum og russisk-um, at hon fekk virðislønina fyri "hennara musisku røddir og mótrøddir í skaldsøgum og sjónleikum, ið málsliga skara framúr og avdúka absurdar samfelagsklisjeir og teirra tøl-andi vald"
Eg havi ikki lisið nakað serligt eftir Jelinek, men eg havi sæð onkran film, ið hon hevur skrivað skaldsøguna aftanfyri. Eg haldi, at tað er djarvt av henni at avdúka smáborgarligar klisjeir, ið fjølmiðlanir stór-framleiða. Serligani heldur hon, at tað er ógjørligt at koma fram hjá eini kvinnu í dag, tí heimurin er á tremur av følskum myndum av kvinnuni.
Mót er alt!
Tað er, sum Berlingske Tidende skrivaði: "De hader at elske hende, og hun elsker deres had, ja, hun kan formodentlig ikke skrive - og dermed heller ikke leve - uden det had. Og nu skal hun oven i købet belemres med nobelprisen."
Tað er langt síðani, at tað vóru høvundar, ið provokeraðu og funnust at so harðligani, at landsins politikarar og tey sum á valdinum sita ræðast viðkomandi. Í Føroyum hava alt ov nógvir høvundar haft framgongd av at mála glansmyndir av landinum og fólkinum í ættarlið, ið tey ikki tora at lýsa, tí tey eru bangin fyri, at tey so ikki eru "fín" og hava rætta tjóðarbyggjandi tónan. Í mínari verð er tjóðarbygg-ing, um hon merkir, at høvundar og listafólk skulu fáa okkum at kenna okkum væl, ein stór og vemmelig lygn. List og kjak, sum vil "behaga" er lygn og horulevnaður! Við hesum fáa vit borgarliga tøgnmentan og skaldsøgur, ið eru eins keðiligar og prostitueraðar sum føroysk málningalist hevur verið tey seinstu 50 árini, ið mest hevur skapt kitsj sofastykkir.
Alt ov nógvir høvundar vilja elskast og tey royna at tekkjast valdinum, ella einari óhugnaligari og djúpt irrationellari anti-intellektuellari fólksligheit. Kanska tey av og á loypa á ein kritikara, sum t.d. á meg, so kunnu Oddvør, Martin Næs og øll tey tagnaðu, tey innibrendu, tey, sum einaferð høvdu okkurt uppá hjartað, hvíla í friði í teirra tjóðarbyggjandi flóri í Føroyum- eg vamlist!
Tað eg haldi vera so ótrúligt við Jelinek er, at hon sum kvinna torir at seta seg í eina støðu, har fólk hata hana, hetta er fyri meg eitt heiðursmerki í sjálvum sær. Tey hata hana, tí hon hevur rætt, tí hon torir at siga tað, sum onnur ikki vilja ella beinleiðis ikki tora. Tey hata hana, men tey virða hana. Tey, sum verða elskaði fyri at siga okkurt vakurt, verða oftani gloymd skjótt, tað eru fólk, sum tora at gera nakað annað, ið vit minnast. Fyri meg er mót nærum alt. Mót er sannleiki og vakurleiki í einum.
Postmodernaður moralistur
Jelinek er ikki ein gamaldags moralisur, meiri ein postmodernaður moralistur, hon hevur vaml av heiminum í dag, ið man sær aftur í sjálvum málinum í ritverkinum. Hon spýr eftir málinum, hvat er áhugavert í mun til í Føroyum, har málið er sakralt og annarhvør er ein innibrendur ella hálvsvakur málnationalistur.
Eg veit ikki um nógvar føroyskar pennar, sum á nakran hátt hava roynt at skrivað og livað seg inn í hendan leiklut sum Jelinek. Føroysk kjakmentan livir enn á tí perfida, persónliga og mangan óreina støðinum. Alt kjak byrjar við einum álopi og endar við einum mótálopi. Smáborgarligi moralurin tykist mangan vera, at hin »klóki« tigur, og at tað er mannminkandi at leggja okkurt kortið á borðið. Vanlig siðvenja í Føroyum í kjaki er karaktermorðið. Eitt karaktermorð er leiðin hjá einum sperdum persóni, ið er frá sær sjálvum í øði og illvilja. Karaktermorðið er røddin hjá máttloysinum, undirlutakenslunum og øvundsjúkuni. Tí vit vita, at hann, ið ikki megnar at fella argumentini hjá mót-støðumanninum, roynir at fella mannin sjálvan, sein-ast var tað so ein av teimum heilt stóru meistarunum í heimføðisskapi Martin Næs, ið royndi seg við einum karaktermorði á meg, sum mest endaði sum eitt sjálvsmorð.
Neyðuga kritiska frástøðan
Edward Said heldur, at listafólk best kunnu myndast sum ein ævigur útiseti, eisini í egnum landi; sum ein, ið hvørki vil ella kann laga seg til viðurskiftini, ongantíð vil falla í fastan svøvn í eini heimligari (tjóðarbyggjandi) fólksligari verð. Ein, ið altíð vil sleppa undan, ið ikki kann ella vil verða heilt nøgdur við tjóðskaparligt prýði og at liva seg inn í gamla mentan, siðir og tjóðskap. Ein, ið ikki tankaleyst rennur í tjóðbúna, uttan at vita hví, ella hvat hetta merkir fyri ein sjálvan, ella sum súmbol í okkara mentan. Tað er hetta Jelinek ikki vil finna seg í og í Evropa fær hon Nobelprísin, í Føroyum hevði hon verið álopin av Martin Næs og einum heri av tjóðarbyggjarum.
Eg haldi, at høvundar skulu vera friðleysir, óviss fólk, altíð í rørslu, ávegis til at smitta onnur við sama ótryggleikanum, við vitan um, at alt ikki »bert er soleiðis« og »soleiðis hevur tað altíð verið«. Hesin persónur skal seta alt í veð fyri at koma aftur um og inn í aðrar heimar (so langt til ber). Hesin persónurin kann ongantíð venda aftur til eitt støðufesti ella ein felagsskap og kann ikki gerast fullkomin partur av øðrum mentanum. Ein veruligur høvundi er altíð útlendingur innast í sjálvum sær, og hevur tí evnini at vinna, skilja og kanska brúka lívsneyðugu frástøðuna. Neyðugt er at vera á varðhaldi, har tølandi tónar og lemjandi viðgongd eru, og at vera atfinningarsamur og illgrunasamur, serliga viðvíkjandi hugtøkum sum t. d. »eydna« og »viðgongd«, ið kann lemja ein persón til andligan krypil og eitt hím uttan nakra sjálvstøðuga meining. Ein máti at læra hetta er at lesa Elfriede Jelinek.
Tað er áhugavert at fara inn á heimasíðuan hjá Jelinek á
Jelinekhttp://ourworld.compuserve.com/homepages/elfriede/ har eru nógvir tekstir, greinar og annað, ið hon hevur skrivað. Ofta eru teir sera atfinnandi.