Sunnudagin 6. januar upprann so tann dagur, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Kartin Hansen, boðaði frá, at eitt uppskot um betran av pensiónunum var í ljósmála. Mánadagin á middegi boðaði løgmaður frá hesum sama í Rás 2. Seinni greiðir landsstýrismaðurin, sum umsitur málsøkið, Sámal P. í Grund, frá í grein í Sosialinum. Allir tríggir greiða á felags tíðindafundi frá innihaldinum í uppskotinum.
Helena D. á Neystabø, løgtingskvinna, hevur í fleiri bløðum skrivað um pensiónir og hevði eisini møguleika at betra um støðuna hjá pensionistum saman við samgonguni, men valdi at marknaðarføra seg við egnum uppskoti, sum eisini fall.
Harumframt hava fleiri onnur tingfólk havt sínar viðmerkingar til uppskotið, og hóast onkur negativa røddin hevur verið at hoyrt, gleðast allir um, at ein batan er í eygsjón hjá pensionistunum.
Sjálvstýrisflokkurin umsitur oljumál umframt almanna- og heilsumál. Ivaleyst hevði Amerada Hess bólkurin funnið olju, um Eyðun Elltør ikki var ráðharri, men ein sannroynd er, at hetta hendi seinasta heyst, og eru vónirnar góðar fyri hesum málsøki.
Nógvir pápar tykjast verða til pensionistabarnið, sum er um at síggja dagsins ljós. Tað er ikki tað týdningarmesta, at rætti pápin fær æruna, men at uppskotið verður samtykt og sett í verk skjótast gjørligt. Hinvegin so fegnist eg um úrslitið, og kunnu fleiri vátta, at mín leiklutur í hesum máli ikki hevur ligið eftir. Eg fari ikki at biðja um blóðkanning av burðinum fyri at staðfesta, hvør pápin er, men eg taki hann at mær sum mín egna.
Samgongulimir eiga tøkk fyri, at hesin batin til pensionistarnar kann síggja dagsins ljós í tólvta tíma. Somuleiðis eigur andstøðan sítt rós fyri at hava lagt fleiri uppskot fram seinasta árið og sostatt skumpað undir, at hesin batin gjørdist verðuleiki.
Eg vóni, at málið verður einmælt samtykt og verður ein sjónligur bati fyri flestu pensionistar.