Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
‘Ársins Fyrstahjálpari 2013’, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.
Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.
Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstahjálpsinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.
Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar 2014 á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur.
‘Ársins Fyrstahjálpari 2013’ verður tilnevndur hósdagin 13. februar 2014 á Reyða Krossi Bryggjubakki 10 í Havn.