Hvør Pætur?

(Ljóðbrot frá Rás2) Áðrenn dystin skuldu føroysku áskoðararnir rópa eftirnøvnini hjá leikarunum, men ikki lætt, tá tríggir eita Pætur

Hallarvarparin, Otto I. Jacobsen hevur gjørt eitt stórt arbeiðið at spæla góðan tónleik, og seta lív í føroysku áskoðarafjøldina undir HM-undankappingini hjá føroyska U21 landsliðnum.

 

Eitt av góðu tiltøkunum í dag áðrenn dystarbyrjan var, at Otto I. Jacobsen skuldi siga fornøvnini á føroysku leikarunum, og so skuldu føroysku áskoðararnir rópa eftirnøvnini fyri at fáa meira stemning og stuðul til føroysku leikararnar. 

 

Men føroysku áskoðararnir høvdu trupuleikar av trimum nøvnum. Heili tríggir av føroysku leikarunum eita Pætur. Í føroyska hópinum eru Pætur Thomsen, Pætur Johansen og Pætur Mikkjalsson, og tá hallarvarparin segði fornøvnini vóru nakrir áskoðarar eitt sindur trilvandi um tey skuldi rópa Thomsen, Johansen ella Mikkjalsson.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði, tá Pætur, Pætur og Pætur skuldu hava afturljóð frá føroysku áskoðarunum.