- Hví roynir kringvarpsstjórin at ávirka onnur?

Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik, langar til kringvarpsstjóran í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum.

- Hvat fekk sjúkrahússtjóran (sum Johnny í Grótinum var fram til summar 2017, red) at royna at ávirka onnur - meiningsdannarar og journalistar - við hugsanini hjá sær sjálvum og Eik banka um skattamálið. Tað er undrunarvert, at Johnny í Grótinum átók sær at greiða øðrum frá einum máli, sum hann ikki sjálvur hevði skilt. Og hví valdi Johnny í Grótinum ikki bara at greiða almenninginum frá sínari hugsan í einari tíðargrein til dømis, spyr Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik/Betri banka í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum.  

 

 

Orrustan í Kringvarpinum hevur fingið gamla stjóran í Eik/Betri banka at leggja seg í kjakið. Tí meðan nógv er hent í Kringvarpinum seinastu mánaðirnar, so er lítil ivi um, at øll orrustan kann leiðast aftur til skattamálið hjá Eik/Betri banka. Tí tað er júst áhugin fyri skattamálinum og tíðindaflutningi í hesum sambandi, sum nakrir journalistar í Kringvarpinum hava kært Johnny í Grótinum fyri. Og somuleiðis er tað atburður í samband við skattamálið, sum fekk Liljuna Weihe at venda sær til formannin fyri kringvarpsstýrið um nýggja stjóran - ein støða, sum eftirfylgjandi kostaði henni starvið.  

 

 

Les eisini: Orrusta í KVF: Tekur nakrar mánaðir at avgreiða

 

 

 

Og nú er tað Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik/Betri Banka, sum blandar seg í orrustuna í Kringvarpinum, sum hevur sínar røtur í skattamálinum. Í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku, spyr gamli bankastjórin, hvussu tað ber til, at kringvarpsstjórin roynir at sannføra onnur um, at Eik hevði rætt til frádráttin á 90 milliónir krónur.  

 

 

 

- Tað er óskiljandi og spell, at Johnny í Grótinum í 2017 framvegis royndi at ávirka miðlarnar við sínari skeivu hugsan um skattamálið. Ein kann spyrja, hvussu tíðindaflutningurin um skattamálið hevði verið í Kringvarpinum, um Johnny í Grótinum hevði verið stjóri har og ikki á Landssjúkrahúsinum, tá ið málið byrjaði í februar 2016, skrivar Jørn Astrup Hansen 

 

 

 

Les alla tíðargrein hansara við at trýsta her