Eyðfinnur Jacobsen, advokatur
------
Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga.
Vanligt er at steðga á og royna at gera støðuna upp. Hvar eru vit nú? Hvørjar avbjóðingar standa fyri framman? Eru vandamál at loysa? Hava vit hildið kósina, sum sett varð fyri einum ári síðan? Varð nøkur kós yvirhøvur sett fyri einum ári síðan? Kunnu vit semjast at halda eina felags kós framyvir? Hvør skal hon vera, o.s.fr.
Sum partur av atljóða samfelagnum hava Føroyar ikki altíð so lætt við at senda greiðar boðskapir, tá tað snýr seg um útlendskar íløgur í føroyskt vinnulív. Hóast nógv verður gjørt burturúr at fáa útlendingar at gera íløgur í føroyskt vinnulív, hendir alt ov ofta, at tá útlendskar íløgur eru gjørdar, hálsar politiska skipanin í Føroyum um og fremur politik, sum leggur fótonglar í vegin fyri, at tær íløgur, sum útlendingar hava gjørt, kunnu røkjast á skynsaman hátt.
Føroyar er ein evarska lítil partur av globala heiminum og okkara ávirkan og styrki á altjóða pallinum er hareftir. Eg haldi ikki, at vit føroyingar yvirmeta okkara leiklut í so máta.
Veðurlagsbroytingarnar tykjast tó at hava havt sær broytingar, sum hava broytt okkara leiklut í globala heiminum. Her hugsið eg um nýggju flutningsfarleiðina millum heimspartar fram við Føroyum norður gjøgnum Arktiska havið og broytingarnar av sjóhitanum, sum eftir øllum at døma hevur beint makrelin inn á føroysku havleiðirnar.
Serliga ósemjan um makrelkvoturnar hevur sett Føroyar í fokus millum fiskivinnutjóðirnar. Nú hava lítlu Føroyar fingið risa stóra Evropa Samveldi til at hvessa tenn og hótta við báli og brandi. Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi saman við, og sum er limur av ES, er í døpur huga um, hvussu tað nú skal fyrihalda seg til ríkisfelagspartin í Norðurhøvum.
Spurningurin er, um vit ikki hava orsøk til at umhugsa, um vit undirmeta okkara leiklut á altjóða pallinum?
Á heimliga pallinum kunnu vit gleðast um, at byggingin av miðnámsskúladeplinum í Marknagili er byrja og eftir ætlan verður klárur at taka í brúk við skúlaársbyrjan í 2016. Hetta er ein gleðilig íløga, sum er ætlað at tryggja føroyska ungdóminum tíðarhóskandi umstøður til at nema sær kunnleika í heimligum umhvørvi, og tí eisini ein íløga í framtíðina hjá føroyska samfelagnum.
Ein onnur hending, sum fór fram nú um dagarnar, var stovningin av Sjúkrakassagrunni Føroya. Hendingin er at frøðast um, bæði tí at Heilsumálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya loksins eru vorðin samd um at stovna grunnin og tí, at fæið (sum er eftir í føroysku sjúkrakassunum) skal brúkast til at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.
Hóast semjan um, hvussu eftirverandi peningur hjá føroysku sjúkrakassunum skal brúkast, ikki er nakað stórmál, vísir hon, at vit føroyingar eru førir fyri at semjast um at gera skilagóðar loysnir, sum eru ætlaðar at bøta um umstøðurnar hjá okkara eftirkomarum.
Tí er hvørt eitt lítið fet rætta vegin er ein bati.