Hví stendur fólkatalið í stað?

Tíðargrein:

Hvussu ber tað til? Gongur ikki strúkandi við búskapinum? Tað verður bygt, sum ongantíð fyrr. Er tað ikki nóg attraktivt at búgva í Føroyum?

 

Men, rætt er tað, at fólkatalið stendur í stað. Tað sær út, sum vil fólkatalið ikki uppá 50.000. Men tey, sum undrandi spyrja, hví búskaparliga boomið hesi seinni árini ikki fáa fólk at støðast, seta helst ein skeivan ella ómøguligan spurning.

 

Burturflyting er einki nýtt

Summatíðir ljóðar, sum politikkarar halda, at flyting er nakað nýtt; at kreppan ella katastrofan í 90-unum var fyrsta ferðin at fólk flýggjaðu av landinum. So er ikki. Fólk hava so langt aftur tøl eru til flutt aftur og fram. Sum oftast hevur ein nettoflyting verðið av landinum. Tí kann sigast, at árini í 70-unum og 80-unum vóru positiv undantaksár. Ella heldur, at framgongdin í hesum tíðarskeiði bygdi á kyksendi. Men tó eitt kyksendi, ið var gjørt av føroyskum politikarum og teirra skeivu ella manglandi avgerðum.

 

Vælstandurin bygdi á kyksendi

Gongdin í fólkatalinum sær (á kurvumyndini) jøvn og stabil út frá 1970 og fram til 1989. Men so brast ballónin. Men hví bleiv hon so hart pumpað, at hon brast? Henda tíðin var annars – á skræðuni – ein góð tíð við vælstandi, so samfelagið uppá mangar mátar gjørdist attraktivt og lokkandi.

 

Kreppur næstan 10. hvørt ár

Hóast burturflytingin í 90-unum var serliga ring, hava periodur verið fyrr við stórari flyting. Í 1930-unum var kreppa, ið kanska rakti Suðuroynna harðast. Hon er ongantíð rættiliga komin fyri seg aftur. Í 1950-unum hendi tað aftur. Gullash-tíð aftaná kríggið. Villar íleggingar, Sjóvinnubankin fór fallit. Fiskimenn fóru við norskum, týskum og íslendskum trolarum. Kvinnur arbeiddu í sild í íslandi. Ein hópur av fólki fekk sær arbeiði í Danmark. Í 1960- unum var eisini ein minni kreppa, hóast fiskiflotin tá var endurnýggjaður við línubátum og trolarum. Ikki bert hava kreppur verið 10. hvørt ár at kalla, men líka so ofta hevur verið neyðugt at fáa peningaliga hjálp uttanífrá til at stabilisera tað føroyska samfelagið.

 

Kvinnumangul er einki nýtt

Tað ljóðar aftur frá politikarum og í bløðum, at talið av kvinnum er nógv lægri enn talið av monnum, og satt er tað. Men tað er einki nýtt í tí. Soleiðis hevur tað verið konstant síðan seinna Heimskríggj. Talið av kvinnum minkaði frá 1945-50 skjótt úr 98 niður á 93 pr. 100 mennn, og hevur verið næstan konstant síðani.

Kreppan í 90-unum fekk lutfalsliga kvinnutalið at vaksa. Var tað gott? Nei, forkláringin er helst tann rættiliga einfalda, at tá rýmdu menn eisini í hópatali.

 

Arbeiðsloysi í Føroyum. Hvussu skal talið skiljast?

Seinnu árini hevur arbeiðsloysið verið lágt í Føroyum. Spurningurin er, hvussu reelt hetta talið er, og hvussu tað skal forstandast. Tað hevur leingi verið ein traditión, at sigla úti, at lesa ella fáa arbeiði uttanlanda. Fyri 40-50 árum sigldu nógvir fiskimenn við fremmandum fiskiskipum. So, hvar fólk hava haft registreraðan bústað kann til tíðir hava verið eitt flótandi hugtak.

Eitt lágt arbeiðsloysistal í Føroyum sigur kanska líka nógv, at arbeiðsloysið í Danmark er lágt, og at tað sýgur føroyska arbeiðskraft til Danmarkar. Kanska er tað just tað, sum hendir í hesum árum, har tað reella arbeiðsloysi í Danmark er søguliga lágt og lægri enn í nøkrum øðrum landi í Europa. Helst er tað so, at tann danski arbeiðsmarknaðurin dregur, tí tilboðini eru meira varierað og broytilig enn í Føroyum. Tá arbeiðsloysið var høgt í Danmark í 1980-unum, fluttu nógv til Føroyar.

 

Fleiri flytingar til útlandið enn innanoyggja

Føroyar eru uppá mangar mátar so smáar, so mikro, at hvørki lærubøkur í økonomi ella demografi kunnu brúkast uppá Føroyar sum ”land.” Eitt nú eru flytingar millum Føroyar og útlandið fleiri í tali enn flytingar innanoyggja. Tá vit her siga ”útland”, so er veruleikin, at 80-90 % av øllum flytingum fara til Danmarkar. Soleiðis hevur tað eisini verið í 50 ár, og helst nógv longri. Og tað er einki løgið ella skeivt í tí. Uppá hendan mátan líkist pinkulandið meira eini meðal danskari (ella aðrari) kommunu. Sama er við arbeiðsmarknaðinum, arbeiðsloysistalinum og búskapinum sum heild.

 

Flytingarnar eru eitt fínt barometur

Hvør flyting er ein privat avgerð. Fólk hava ymsan tørv, ymisk ynskir til útbúgving , arbeiði, karrierumøguleikar, bústað.

Men eisini umhvørvið/miljø í breiðari merking. Her loyvi eg mær at blaka eitt fínt orð inn: urbanitet. Ynskja fólk at liva í einum stórbýi, Keypmannahavn, London ella á bygd í Hattarvík ella í Funningi? Ymisk krøv, ymiskir møguleikar.

Javnvágin í flytingini er heldur einki stabilt ella konstant fyribrigdi. Tíðir broytast. Globalisering er ikki bara møguleikin at keypa bílig kinesisk amboð ella T-shirts. Globalisering er eisini samskifti, informatión. Møguleikin at kunna arbeiða frá einari teldu við hot-spot hvar sum helst í verðini. Úr Turkalandi, New York ella Azorunum.

Soleiðis er flytingin eitt fínt barometur, sum vísir hvussu fólk meta møguleikar heima og úti. Hvussu attraktivt tað er at búgva her ella har. Man kann eisini siga, at flytingin er ein atkvøða ”við kuffertinum”. Tey fara ella koma.

 

Nakrar niðurstøður:

Tað er lítið ella einki beinleiðis samband millum búskaparligan vøkst í Føroyum og framgongd í fólkatalinum

Kreppur, sum koma við millumbilum, kroysta fólk av landinum í stórum tali. Hinvegin er tilflytingin meira jøvn

Tað er einki nýtt, at færri kvinnur enn menn eru í Føroyum, soleiðis hevur tað verið í meira enn 50 ár.

Tað at fáa fólkatalið at vaksa er ikki eitt mál í sjálvum sær. Uppgávan átti at verið at gera tað liviligt og attraktivt hjá teimum, sum hava valt at búseta seg í landinum.

 

------------

 

Sosialurin fer komandi dagarnar at hava samrøður við fólk, sum av ymsum orsøkum hava valt sær bústað í Danmark. Hvørjar tankar hava tey havt um hetta, og um møguleikan at flyta til Føroyar aftur?