Hví stjelur SL arbeiðspláss úr Vágum?

Fyri fáum árum síðani, koyrdu 5 ferðafólkabussar frá Vágum. Hóast ferðafólkatalið er nógv vaksið um flogvøllin, varð talið skert til 3 bussar.

 

Marjus Dam, løgtingsmaður

?????????????????????????



Fyri fáum árum síðani, koyrdu 5 ferðafólkabussar frá Vágum. Hóast ferðafólkatalið er nógv vaksið um flogvøllin, varð talið skert til 3 bussar. Um stutta tíð missir oyggin helst ein buss afturat, so bert tveir bussar verða eftir. Orsøkin er central skriviborðsstýring og savning!

Ikki er ringt at gita, hvar niðurløgdu arbeiðsplássini blóma upp. Um hendan skaðiliga gongd heldur fram, verður skjótt ongin ferðafólkabussur eftir í Vágum. Tað er kanska eisini ætlanin. Hóast tað er ríkiligt av ferðafólki at flyta!


Spurningur til B Djurholm:

Tað er neyðugt at gera vart við hesi viðurskiftir. Farið tí, nú tingið er í summarfrí, at spyrja Landstýrismannin í Vinnumálum, hví hann ikki steðgar hesi púra skeivu gongd. Tað kann ikki vera rætt, at slíkur stuldur av arbeiðsplássum fer fram frá Vágum. Tað munar sera lítið, at leggja fram álit um økismenning og útoyggjar (teori), ímeðan arbeiðspláss í praksis samstundis verða stolin úr útjaðaraøki.

Fyri nøkrum árum síðani vóru 5 bussar her vesturi. Tað gav arbeiði til millum 5 og 10 fólk. Nú flogferðslan er nógv økt hevði verið meira rímiligt, at teir 5 ferðafólkabussarnir vóru blivnir til 7 ella 8. Men skjótt verða bert 2 bussar eftir í oynni, tí "ein ella annar" hevur funnið tað fyri gott at takað hesi arbeiðspláss av oynni og flyta arbeiðsplássini annað stað.

Eg og fleiri við mær krevja eitt svar frá landsstýrismanninum í Vinnumálum, hví hendan fyri Vágoynna skeiva gongd heldur fram?. Hevði tað ikki verið rættast, at allur ferðafólkaflutningur í smb við flogvøllin hevði høvuðsstøð í Vágum?. Verður hendan skeiva gongd eisini framd aðrar staðir í landinum?

Hvør er orsøkin til at hendan "flyting" av arbeiðsplássum verður framd?. Hvør er tað í tekur avgerð í hesum viðurskiftum? Er tað landsstýrismaðurin? Ella er tað embætismaður?Ella onkur annar?


Gongdin má steðgast og broytast

Eitt er púra greitt:

Øll busskoyring í smb við flogvøllin og ferðafólkaflyting eigur framyvir at hava høvuðsstøð í Vágum!

Tað er onki minni enn eitt rímiligt krav!