Inna Törnroos
-------
Eg og maðurin hava eina tíð hugsa um at flyta til Føroyar. Vit eru búsett í Svøríki og hava búð her í nærum 15 ár. Vit vóru eina roynd í Føroyum, og trívust væl! Maðurin var tá í farloyvi við elsta soninum.
Vit kannaðu møguleikarnir at verða verðandi og komu fram til, at í fyrstu syftu var betur at fara aftur til Svøríkis, eftirsum vit fegin vildu hava eitt barn afturat.
Føroyar er eitt gott stað hjá børnum at vaksa upp, men í byrjanini hava tey tað so avgjørt betri í Svøríki.
Her hava vit 480 dagar í farloyvi fyri hvørt barnið, hesar dagarnar fær ein umleið 80 prosent av lønini, og 90 av døgunum fær ein 160 svenskar krónur. Børnini sleppa sostatt frá at fara út í barnagarð fyrrenn tey eru um eitt og eitt hálvtár ella meira!
Tá so tíðin er komin at farast skal í barnagarð, verður sjálvandi hugt at kostnaðinum. Her kostar tað sum mest 1250 svenskar krónur at hava eitt barn í barnagarði. Tá fáa tey morgunmat, heitan døgverða og millummála. Í Føroyum havi eg skilt, at tað er nærum dupult so dýrt og eingin heitur matur.
Her í Svøríki fáa vit eisini eitt sokallað barnaískoyti á 1100 krónur hvønn mánað - fyri hvørt barnið!
Hetta roknistykkið hava maðurin og eg oftani sett saman - og tíanverri so er tað altíð so, at Føroyar tapa, tá vit samanbera tær peningaligu umstøðurnar hjá okkum ungu barnafamiljum.
Á pluskontoini hjá Føroyum eru sjálvandi bíligari hús, nærleikin til familju og vinir, róligari samfelag, tryggleikin, og tann fantastiska náttúran, ið er beint uttanfyri dyrnar.
Nógvir útisetar hava dreymin um at koma heim aftur til Føroyar, men tá ein missur eina rúgvu av peningi, og børnini ikki fáa líka gott barnagarðspláss og skúla sum uttanlands – ja, so er lætt at velja at verða verðandi!
Tit, sum nú kappast um hvør, sum skal stýra Føroyum framyvir! Havið sum mál at gera roknistykkið hjá barnafamiljunum í Føroyum eitt sindur javnari, samanborið við okkara grannalond.