Á hvítusunnu í Vági

Vágsbýur lá í dýrdarveðri alla hvítusunnuna og tað lá væl fyri hjá samkomuni í Bethel at hava hvítusunnustevnuna í hesum dýrdar góðveðri.

Tey flestu møtini vóru í ítróttarhøllini Vesturi á Eiðinum. Á veg til og frá høllini kundu fundargestirnir njóta tað vakra útsýnið yvir vatni, sum andaði av friði og blikalogn. Hetta kundi ein taka sum eina vakra undirstriking av tí boðskapi, sum varð borin fram í høllini, at tað er júst andaligan frið og “dýrdarvegur,” sum Harrin bjóðar einum og hvørjum menniskja, sum trýr á hann.


Fleiri vitjandi talarar tóku lut: Osvald Kjærbo, Poul Færø, Símun Pætur á Torkilsheyggi, Zacharias Zachariassen, Rógvi Joensen úr Klaksvík, Jens Bech av Skála, Olaf Olsen av Glyvrum og Martin Nielsen úr Vatnsoyrum. Eisini vóru tað fleiri talarar úr Suðuroynni.


Suðuroyarkórið setti sín stóra dám á møtini, táið tað við sínum vøkru kvinnu- og mannsrøddum fyltu høllina við sangum sum t.d. Kanaansland, Fjart út um himmalhválvið og Fer hann at minnast meg, tá eg við portrið standa skal? Kórið taldi uml. 50 røddir. Tað er John í Skemmuni, sum er dagligur leiðari, men á stevnuni á hvítusunnu var tað Jens Kristian Guttesen, sum stjórnaði kórinum.


À morgunmøtinum sunnumorgunin talaði Kári Hammer. Hann nevndi í taluni, at næsta ár, tann 12. Desember, verða tað 100 ár síðani samkomuvirkið í Bethel byrjaði. Hann segði, at hendan dagin,12. Desember í 1909., var fyrsta minnismáltíð Harrans hildin í heiminum hjá Dias á Heyggi. Tað vóru 5 fólk til hesa fyrstu breyðbrótingina.


Hóast tað í ár ikki vóru so nógv vitjandi sum vanligt er, so vóru møtini kortini væl vitjaði bæði í salinum og í høllini. Tað seinasta møti, 2 hvítusunnukvøld kl. 20.00 var lýst at vera eitt evangeliskt møti í Bethel. Nógv fólk møtti upp í salinum, men tá veðrið var so ómetaliga gott og vakurt, helt onkur fyri at rættast var at hava møti uttanfyri, og so varð. Hátalarar, mikrofonir og ljóðfør vórðu sett upp á parkeringsøkinum við Bethel, og eisini vóru stólar settir upp til tey, sum ynsktu at sita. Vakri felagssangurin og greiði vitnisburðurin ljóðaði í Vágsbýi hetta kvøldið, og tað vóru nógv fólk, sum lurtaðu.


Útimøtið, og harvið samfelagsstevnan, endaði við felagssanginum, sum vanligt er á øllum samfelagsstevnum í brøðrasamkomunum í Føroyum, “Gud við tykkum inntil næstu ferð.” Kanska verður næstu ferð heima í Himli?! 


Poul Jóhan Djurhuus