Hví vil javnaðarflokkurin ikki hava fullveldi?

Roynd at gera breiða semju.

Líka síðan hendan samgongan varð skipað, hevur hon arbeitt við málinum um fullveldi, eins og lovað var undan valinum, og varð hendan ætlanin feld niður í samgonguskjalið.

 

Kai Vágfjall



Roynd at gera breiða semju.

Líka síðan hendan samgongan varð skipað, hevur hon arbeitt við málinum um fullveldi, eins og lovað var undan valinum, og varð hendan ætlanin feld niður í samgonguskjalið. Roynt hevur verið, at hildið seg til tann leistin, sum Javnaðarflokkurin segði seg kunna góðtaka, og so varð vónað, at hesin flokkur fór at stiðja hesi ætlan, so ein breið semja varð funnin, men nei. Íslendska loysnin var hugskot Javnaðarfloksins, og tá landsstýrið vildi brúka hendan leistin, lupu javnaðarmenn frá.

Tað skuldi ikki vera soleiðis, men heldir so og so, og hvørja ferð samgongan hevur roynt at brúkt uppskot Javnaðarfloksins, er hesin flokkur lopin frá við onkrari grunnari grundgeving. Hann sigur seg hava ein politik, sum gongur líka at loysingini, men tá gingið verður ynskjum teirra á møti, hopar hann undan. Hann eins og spælir bari við ymiskum hugskotum, uttan at meina nakað við tað.



Skrivingin í Ekstrablaðnum.

Fyri stuttum fór Ekstrablaðið at borða í málinum um føroysku undirgrundina. Her kom fram, at fyrrverðandi løgmaður Atli P. Dam, hevði í kvittanum at forera dønum helvtina av okkara møguligu oljuinntøkum. Hetta er sjálvandi skakandi og óskiljandi fyri okkum føringar ídag, hví so skuldi verða. Men sannleikin er tann, at hesa ætlan hava teir enn ídag. Tí vilja teir ikki, at vit skulu fáa fullveldi, tí tá er eingin møguleiki at geva dønum part av okkara olju.

Tað er sjálvandi einki skeivt í at lata av oljuinntøkum okkara til onkran annan, men so skal tað verða til onkran, sum hevur tað fyri neyðuni. T.d. haldi eg at Ísland átti at fingið bíliga olju frá okkum, eftir at teir hava latið okkum so nógv virðir fyri einki í so nógv ár, uttan at ræna tað frá okkum aftur við hinari hondini.


Atli avdúkaður

Nú Atli so dyggiliga er avdúkaður, og harvið allur Javnaðarflokkurin, byrjar hann at blaka runu eftir sínum egnu landsmonnum. Hann rør uppundir, at tað er Høgni Hoydal, sum skal standa aftan fyri hesa skriving, sum sostatt roynir at øsa fólk upp.

Hetta eru somu tónar sum vit hoyrdu frá einum ávísum ?politikara? í Reykjavík, so annað varð heldur ikki at vænta. Men at ein, sum hevur verið føroya løgmaður, skal ríða so niðaliga, hevði eingin roknað við. Hesin maður, sum onkur hevur kallað ein rættan statsmann. Nei, hendan heiður hevur hann ikki longur uppiborið, nú hann ríður so niðarliga. Tað mátti hann hildið seg ov góðan til, at komið við einum slíkum bakbiti móti einum av sínum egnu landsmonnum. Ella er hetta partur av tí nýggja javnaðarjournalistikkinum, sum vit hava sæð síðstu dagarnar ? óhugnaligt!

Atli er jú púra blottaður fyri sjálvkritikki. Ein løgtingsnevnd, sum hevur sitið og kannað 80-ini, kom við eini lemjandi ábreislu móti teimum táverðandi politikarunum. Hvat segði Atli? Viðgekk hann nakað misstað? Bað hann um umberðing? Tók hann í egnan barm? Nei, hóast hann hevði fingið óteljandi ávaringar, tváðaði hann hendur sínar og helt fyri, at tað var lætt at vera bakklókur. Eg vil heldur siga, at hann var sjálvklókur, og vit føroyingar máttu gjalda gildið.


Dálkar Høgna.

Høgni er ein framúr góður journalistur, tað eru øll skilafólk samd um, men at geva honum tann ivasama heiður, at hann skal standa aftan fyri skrivingina í Ekstrablaðnum, er ógvuliga langt úti, tí hann man hava annað at takast við í hesum døgum, nú trýstið er ómetaligt bæði frá dønum og pørtum av hansara egnu landsmonnum, teimum danefilu javnaðar- og sambandsfólkunum, sum heldur renna ørðindir fyri Nyrup, enn fyri sítt egna land og fólk. Nei, hetta hevur eittans endamál, og tað er at dálka Høgna, tí teir eru fullir av øvund, tí teir ikki eiga so dugnaligan og samstundis siðiligan mann.

Vit minnast øll tær avdúkandi sjónvarpssendingarnar, sum Høgni hevði í SvF um avdúkingarnar í bankamálinum. Hetta var journalistikkur á høgum støði, sum vit ongantíð fyrr og heldur ikki síðani hava sæð. Hesar sendingar høvdu uttan iva ávirkan á samráðingarnar um bankamálið, og sum førdu til tað úrslit, sum hendan samgongan kom heim við, eitt vælaverk, samanborið við tað, sum undanfarna samgonga fekk, ella rættari ikki fekk av skafti.


Hvør selur út av arvasilvurinum?

Undir síðstu ella næstsíðstu samráðingunum sum landsstýrið hevði við donsku stjórnina, varð bjóðað dønum ?pant? í føroysku oljuni. Tá var ramaskríggj frá javnaðarfólkum, sum róptu upp um, at nú hevði samgongan selt út av arvasilvurinum. Her var bara talan um nakrar dropar. Jú, hetta vóru somu fólk, sum nú eru avdúkað fyri at vilja forera helvtina av allari okkaru oljuinntøkum til danir. Er hetta ikki undrunarvert?


Hvør eigur Føroyar og oljuna?

Vit hava bara heimastýri, og tí eiga danir Føroyar. Teir eiga fiskin, sum svimur rundan um land okkara. Teir eiga oljuna í føroysku undirgrundini. Vit hava bara yvirtikið umsitingina av undirgrundini, sum so mangt annað, og sleppa so at spæla, at vit ráða hjá okkum sjálvum. Undirgrundaravtalan verður ikki tikin aftur siga danir. Tað gera teir helst ikki, tí tað er ikki neyðugt, tá teir eiga oljuna, sum vit bara sleppa ut umsita. Heimastýrislógin hevur lítið virði í dana eygum. Hana kunnu teir bara ógylda við einum pennastroki. Men hví svarar Poul Nyrup Rasmussen ikki spurninginum, um hvør eigur oljuna í føroysku undirgrundini, tá hann verður spurdur? Allar yvirtøkur í áttatiárunum og allar síðani, eru bert umsitingarligar. Vit umsita nøkur økir fyri danir, sum teir altíð kunnu taka aftir, um teir ikki eru nøgdir. Og hetta er eisini galdandi fyri undir-grundina. Hví? Tí Føroyar verður ikki roknað sum eitt land, men sum ein danskur landslutur.


Javnaðarflokkurin má koma við eini frágreiðing!

Eitt stendur tó rimmar fast, at Javnaðarflokkurin ynskir at danir skulu hava part av oljuinntøkum okkara, og tí eru teir ímóti fullveldinum. Hví teir vilja tað so vita vit ikki, men tað eiga teir sjálvir at sleppa at greiða føroya fólki frá.

Greiða tit nei í mai, er tað ja til at danir skulu hava oljuna.

Greiða tit JA í mai, er tað ja til at vit føringar eiga oljuna.

Danskir og føroyskir serfrøðingar eru ójavnir á máli um, hvør eigur føroysku undirgrundina, og flestu føringar eru tí ørkymlaðir. Danir lótu seg ikki ræða av hóttanum frá stjórnini undan fólkaatkvøðuni til ES, og atkvøddu nei. Hví skulu vit føroyingar lata okkum ræða av tómum donskum hóttanum?

Tað nyttar einki at koma við slíkum umberingum, at vit vita ikki um nøkur olja er í undirgrundini, tí tá oljan er funnin er ov seint, tá eru danir farnir við øllum, væl hjálptir av javnaðarmonnum.

Tí sigi eg: GREIÐ JA Í MAI - TAÐ ER RÆTTA LEIÐ!