Hvalakríggini, 3.Partur: Afturkoma Riddarans

It's a long road

When you're on your own

And it hurts when they tear your dreams apart

And every new town

Just seems to bring you down

Trying to find

Peace of mind

Can break your heart

Við tónunum hjá Dan Hill og myndini av ”driftandi” John Rambo í huga leita hugsanir mínar til øll tey, ið av eini ella aðrari orsøk eru endað á gøtuni, og sum mugu lívbjarga sær sum arbeiðsleys og støðugt fjakkandi uttan mið ella mál. 

Jú, sanniliga er nakað, sum eitur sjálvsábyrgd, og sanniliga mugu vit øll (sum ikki bera nóg álvarslig brek) í mest møguligan mun sjálvi royna at fáa sum best burtur úr lívum okkara, líkamikið hvussu umstøðurnar nú enn seg hava háttað, men tá hetta er sagt, so finnast faktorar, vit ikki hava vald yvir, og sum ávirka lív okkara á neiligan hátt, uttan at vit vilja, at tað skal vera so, og uttan at vit sjálvi megna at bøta um støðuna. Hugsið til dømis um hesi neiligu kort, vit antin hava fingið tillutað við føðing okkara ella seinni í lívinum: Summi eru fødd blind, summi deyv, summi við menningartarni, summi við eini minni góðari sinnisligari heilsu, summi við einum minni intelligensi, summi inn í familjur við lágum sosialum statussi, summi inn í samfeløg við lágkonjunkturum, meðan uppaftur onnur eru fødd í londum við stórum fátækradømi. Tað er í hesum sambandi vert at spyrja, um tað til dømis er líka lætt hjá einum blindum at spæla fótbólt sum hjá einum, ið ikki er blindur, um tað er líka lætt hjá einum orðblindum at vera rættlesari sum hjá einum, ið ikki er orðblindur, um tað er líka lætt hjá einum sinnisveikum at vera løgreglufólk í Downtown LA sum hjá einum, ið ikki er sinnisveikur, og um tað er líka lætt hjá einum úr triðja heiminum at fáa sær útbúgving og flott starv sum hjá einum, ið er uppvoksin í Norðanlondum? Eg kundi skrivað síður upp og niður við líknandi spurningum, men eg haldi, tit skilja poengið, og eg haldi eisini, at tit skilja, at svarini uppá omanfyrinevndu spurningar geva seg sjálvi. Tað er við øðrum orðum høpisleyst at pástanda, at vit altíð eru úti um tað sjálvi, tá vit ikki megna at liva upp til ávísar standardir í lívinum. Tíanverri er veruleikin aloftast væl meira kompleksur enn so – fyri at siga tað milt. 

Fyri at venda aftur til Rambo og aðrar driftarar: Tað mugu vera tey fægstu, ið ynskja at gerast heim-og arbeiðsleys. Tó so eru tey ikki so fá, ið gerast nettupp heim-og arbeiðsleys – ofta vegna faktorar, tey ikki hava vald yvir. Ergo, eru mong í eini støðu, tey ikki ynskja at vera í, og sum tey - aftur vegna faktorar, tey ofta ikki hava vald yvir – hava trupult við at koma burturúr. Tá man vera hugstoytt at fáa ”at vita” frá teim hepnu (frá teim, ið hava fingið tillutað tey betru kortini), at tey eru ring og óynskt menniskju. Í hesum sambandi kunnu vit spyrja, um ikki tey hepnu, heldur enn at fordøma og forkasta hesi minni hepnu, áttu at havt samkenslu við teimum og roynt at hjálpt teimum burtur úr ringu støðu teirra.

Eg havi altíð hildið tað vera góðan moral, at samfelag okkara ikki kastar stein oman á byrðu hjá fólki, og at samfelag okkara í størst mun møguligt prædikar kollektiva ábyrgdarkenslu, hetta til samfelagsins frama og besta. Tiskil undraðist eg fyrstu ferð, eg sá Rambo. Hvat í allari verð hevði ”driftandi” Rambo gjørt galið, síðan hann varð grýttur úr Hope av sheriffi býsins? Var tað veruliga rætt at revsa hann fyri at vera arbeiðsleysan - ein støða, hann heilt greitt ikki vildi vera í, men sum hann tó, sum so mong onnur, var vavdur inn í vegna faktorar, hann ikki var harri yvir? Og, fyri at taka støði í teim eygleiðingum, eg havi gjørt, tær ferðirnar eg havi verið í London seinnu árini, fyrst sum vanligur íbúgvi og síðan sum vanligur ferðandi: Hvat í allari víðu verð hava tey heimleysu har gjørt galið, síðan tey verða støðugt forfylgd og happað av Boris Johnson, hansara konservativu vinum og løgregluni? Og hvat sigur tað um ensku myndugleikarnar, at teir fáa seg til at jagstra heimleys - fólk við somu tørvum sum vit ”normalu”, ið hava inntøku og tak yvir høvdið? 

Hvat tosi eg um her? Jú, lóggávan í Bretlandi – og øðrum londum við, harímillum serliga USA - hevur nevniliga í mong harrans ár givið myndugleikunum heimild til at rudda almenn støð fyri heimleys. Søgan handan hesa sannroynd er, at heimleys í Bretlandi hava í øldir verið uppfatað sum ónyttur. Í hesum sambandi er vert at umrøða bretsku Vagrancy Act frá 1824, hvørs endamál er at kriminalisera heimleys og biddarar, og sum millum annað nýtir orðingina ”idle and disorderly Persons um heimleys, og sum víðari sigur um heimleys, at ”Persons refusing to maintain themselves and families...shall be deemed idle and disorderly persons, and may be imprisoned for one month with hard labour”. Lógin, sum tekur støði í tí fatan, sum man tá hevði av heimleysum, og sum man tíanverri helst enn í stóran mun hevur av heimleysum, lýsir altso heimleys sum bøllar uttan mið ella mál, sum ikki eru sinnaðir at liva eitt vanligt borgarligt lív, sum eru kriminellir og ótryggleikaskapandi, og sum tískil hava uppiborið revsing. Við øðrum orðum sympatiserar lógin, sum ótrúligt nokk enn er galdandi (nýtslan av lógini er hækkað munandi seinnu árini, í og við at tey heimleysu í Bretlandi eru vorðin fleri og fleiri í tali) ikki við teim heimleysu, fyri at siga tað milt, og leggur upp til, at er man heimleysur, er tað tí, man sjálvur hevur valt tað. Lógin útilokar harvið møguleikan, at man kann vera heimleysur, tí man hevur verið óheppin. Ljóðar ósympatiskt..halda tit ikki? ”Lorta bretar. Altíð skal alt vera so ”stovureint” og sofistikerað hjá teimum”, kundi onkur irriterað sál saktans funnið uppá at sitið og mutla fyri seg sjálva.

Men hvat hevur alt hetta við Føroyar at gera? Jú, far ein túr oman í miðbýin í Havn og vita so eftir, um tú ikki fært eyga á reaktivistisku konservativu skeltini, sum Tórshavnar Kommuna við Heðini Mortensen á odda hevur klistrað á benkurnar, har fólk bíða eftir býarbussunum. Sambært skeltunum er nú ikki longur loyvt at roykja ella drekka alkohol, meðan sitið verður á bonkunum. Endamálið við hesum skeltum er heilt greitt at styggja burt tey heimleysu, ið aloftast mála miðbýin alt annað enn reyðan við alkoholismu teirra. 

Men líka so lítið, sum tey heimleysu kunnu látast sum um, at tey ikki hava ein trupulleika, líka so lítið kunnu vit og Tórshavnar Kommuna skúgva til síðis ein trupulleika, sum vit vita, vit hava, bara tí vit vilja hava miðbýin ”stovureinan”. Tey heimleysu eru jú, í tráð við fatanina um kollektivistisku ábyrgdarkensluna, trupulleiki okkara, og óansæð hvussu nógv Tórshavnar Kommuna so ynskir at grava tey niður, so kunnu vit ikki ganga við til hetta og látast sum um, at tey ikki eru til. Tey eru til, tey eru okkara ábyrgd, og so nógv sum vit – staturin, kommunurnar, felagsskapir og sivilfólk sum heild – enn hava gjørt fyri tey millum ár og dag, so má staðfestast, at umrøddu skeltini, so harmleys tey í fyrstu atløgu sýnast at vera, lata upp dyrnar fyri eini vandamiklari kós, har tað í alsamt størri mun verður legaliserað at vera ókollektivistiskur og at vísa manglandi empati mótvegis illastøddum næstum okkara. 

Harumframt er eisini ein týdningarmikil detalja í øllum hurlivasanum, at skeltini neyvan fara at styggja burt tey heimleysu (sjón fyri søgn), og um tey so stygdu tey burt, høvdu tey bert stygt tey niðan í Gundadal ella Vesturbýin. Tú sleppur nevniliga ikki av við ein trupulleika við bara at seta skelti sum hesi upp, og tað er í hesum viðfáningi, ein kann seta spurnartekin við, hvat tað næsta verður, Heðin Mortensen diskar upp við, tá hann einaferð má ásanna, at umrøddu skeltini ikki tæna endamáli sínum. Skal hann tá banna fólki at vera heimleys í Havn, eins og man í roynd og veru ger í londum sum Onglandi og USA? 

Og eg havi hug at vera frekur og spyrja heldur retoriskt: Roynir Heðin Mortensen at grava niður tey heimleysu, so eingin skal kunna skoða vantandi úrslit hansara, tá tað kemur til at bøta um kor teirra ”Steinatúnsdriftandi”? Eg vóni veruliga, at svarið til hendan spurning er noktandi, men undir øllum umstøðum kann eg gott fortelja honum og tykkum øllum við, at vit ikki gera lív teirra heimleysu betri við at reka tey úr miðbýnum í Havn. Jú, umrøddu benkurnir verða helst eitt vet hugnaligari uttan driftandi flokkadýrini, men bert við støði í tí sannroynd, at vit hava potað trupulleikan undir máttina og hava lagt stein oman á byrðu hjá illa niðurundirkomnum sálum. Hvat er tá vunnið? Eru vit veruliga so køld og kýnisk, at vit vilja ganga við til hesa dáragerð?

Heðin góði: Eg veit, tú ert ein skilamaður (burtursæð frá at tú stillaði upp fyri Sambandsflokkin í áravís), og tí vóni eg, um tú lesir hetta, at tú sum ein góður javnaðarmaður tekur hesi vælmeinandi orð til eftirtektar: At kriminalisera heimleys svarar til at fylgja í fótasporum Fólkafloksins, og er hetta tað mest ósolidariska og óbrøðraliga, ein kann gera ímóti heimleysu vinum okkara, ið mest av øllum munnu hava tørv á umfevnandi ørmum okkara heldur enn reaktivistiskum konservativum skeltum. Hervið vóni eg, at hesi lítið hugaligu skelti hvørva, nú vit fara inn í 2015 - eitt ár, har løgtingsval stendur á skránni, og eitt ár, har vit vónandi verða fríað frá BAH samgonguni til frama fyri eina meira proaktivistiska progressiva samgongu, ið ynskir at gera Føroyar til eitt meira framkomið land, enn tað er í dag.

Hvat kann man so siga fyri at taka saman um hesar tríggjar greinarnar, eg havi skrivað síðstu vikuna ella so? Jú, Føroyar anno 2014 er eitt land við einum politiskum landslagi, ið gloppar dyr fyri at banna aktivismu, og sum haraftrat leggur upp til, at tað í alsamt vaksandi mun er ynskiligt at statseygleiða fólk og grava heimleys niður. Man roynir altso frá politiskari síðu at gera samfelagið so ”stovureint” sum møguligt, í og við at tendensurin er, at tey, sum víkja frá normalitetinum, og sum fíntfølandi erkvisna smátjóðskaparliga heilaga borgarligheitin ikki tolir sýnið av, skulu ruddast burtur, líkamikið um hetta merkir, at man offrar tað heilagasta, vit eiga - okkara liberaldemokratisku rættindi - fyri ein stuttan politiskt konstrueraðan løtuvinning (henda støða minnir meg annars um Esau, ið seldi frumburðarrætt sín fyri eina skál av vellingi), og er hetta ein vandamikil gongd, ið saktans kann gerast verri, um vit borgarir ikki tala at. Hvussu ring støðan eventuelt kann gerast, er ilt at spáa um, men tað, sum hinvegin kann sigast við vissu, er, at vit, bæði frá eldri og nýggjari tíðum, tíanverri finna mong dømi um samfeløg, ið spakuliga, men trygt, eru vorðin so stovurein, at tey eru vorðin ræðslusamfeløg.

Tá hetta er sagt, og nú skal eg ikki bara vera neiligur ímóti øllum her á landi, so eru Føroyar eitt vakurt land við einum stórum potentiali. Her er stórt sæð eingin kriminalitetur, eg kann fara út uttan at steingja dyrnar, og fyri børn er landið eitt satt paradís. Harumframt eru fólk vinarlig, og vantar einum okkurt, kann ein aloftast vænta sær eina vinatænastu frá fólki. Til síðst, men ikki minst, er einki sum ein góður summardagur í Føroyum, tá sólin skínur oman og niðan, og tá fólk sita og sóla sær til seint út á kvøldið. Við støði í hesum jústnevndu jaligu viðurskiftunum, og øðrum við sum eg ikki havi nevnt her, kunnu vit byggja upp einar solidariskar og liberalar Føroyar, har vit ikki banna aktivismu, har vit ikki statseygleiða fólk, og har vit ikki kriminalisera heimleys, men har vit hinvegin heldur fjálga um talufrælsið og fólkaræðið, har vit hava álit á hvørjum øðrum, og har vit gera landið til eitt gott stað at vera í fyri okkum øll. Og nei: Hendan greinin snúði seg ikki um Sea Shepherd, men vónandi tímdu tit at lesa hana allíkavæl. Og minnist til: Feed the world - Let them know it is Christmas time. Gleðilig jól og gott nýggjár, øll somul!

 

Les eisini: Hvalakríggini, 1. partur: Ein nýggj vón

Les eisini: Hvalakríggini, 2. partur: Keisaraveldsins hevndaratsókn