Hvalastøðin við Áir verður nú opin fyri almenninginum

Hvønn fríggjadag fram til 30. august fer at vera opið fyri almenninginum á hvalastøðini við Áir.

Hvalastøðin, ið er frá 1905, var við at fara, áðrenn farið varð undir at ístandseta hana í 2011, og er hon tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hóast arbeiði at umvæla og varðveita hvalastøðina ikki er liðugt enn, ber nú til at koma á gátt og fáa rundferð - 3 ferðir um dagin hvønn fríggjadag.

Tað var normaðurin Salve Christian Frederik Salvesen, ið lat hvalastøðina byggja í 1905. Felagið hjá Salvesen hevði heimstað í Leith í Skotlandi, higani hann rak hvalaveiðu og flutningsfelag.

Fríggjadagin tann 5. juli 2019 kl. 15 verður almenn móttøka á Hvalastøðini. Forkvinnan í Løgtingsins Mentanarnevnd Óluvá Klettskarð, savnsvørður Erland Viberg Joensen og borgarstjórin í Sunda Kommunu Heðin Zachariassen bera fram røður. Tiltakið er samstarv millum Sunda kommuna og Tjóðsavnið.