Hvalbiarprestur kosin

Í gjárkvøldið var innstillingarfundur til nýggja prestastarvið í Hvalba

John Johannessen


Nýggjur prestur skal setast í Hvalba 1. februar ár 2000. Tríggir umsøkjarar eru til starvið, og í gjárkvøldið var innstillingarfundur í Hvalba, har kjósast skuldi, hvør helst verður tann nýggi presturin.

Hóast fundurin ikki var fyrr enn blaðið varð prenta, skilir Sosialurin, at ætlanin er at instilla Ólav Rasmussen, sum í løtuni starvast sum tíðindamaður hjá SvF, til starvið. Hann hevur guðføðiligt embætisprógv frá Háskóla íslands.

Einans tríggir umsøkjarar er til prestastarvið í Hvalba. Einasti føroyski umsøkjarin var Ólavur Rasmussen. Hinir eru báðir úr Danmark, og sum Sosialurin skilir er annar um 60 ára aldur, meðan hin, sum er yngri, ikki hevur starvast sum prestur í langa tíð.

Hvalba hevur ligið í prestaloysi síðani í heyst, tá Andreas Andreassen segði seg úr starvi.