Hvalbingar fáa tunnil áðrenn norðoyingar

Men Jónleif Johannesen vónar, at man kann fara í holt við báðar verkætlanirnar samstundis.

Kjakið um hvør tunnil skal gerast fyrst, Hvalbiartunnilin ella tunlarnir Norður um fjall er aftur kykna síðstu vikurnar. Í báðum støðum eru tunlarnir í syndarligum standi, og íbúgvarnir hava í nógvar stríðst fyri at fáa nýggjar tunlar.


Nú tað nærkast til at Viðareiðistunnilin verður liðugur, hava alsamt fleiri røddir ført fram, at tunlarnir Norður um Fjall eiga at gerast næst, meðan suðuroyingar tvíhalda um, at politiska skipanin hevur lovað, at Hvalbiartunnilin er næstur á skránni.


Formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Jónleif Johannesen, er ein teirra, sum síðstu árini hevur dagliga koyrt gjøgnum tunlarnar, og gjørdi eisini vart við vánaliga standin í valstríðnum.


Við in.fo sigur hann, at hann vónar tunlarnir Norður um Fjall kunnu framskundast, men tað má ikki ganga út yvir haldføri í føroyska búskapinum.


- Vit muga varðveita ein haldføran búskap. Fíggjarlógin verður løgd fram í næstu viku, og tá fáa vit at síggja, hvør støðan er í landinum. Men man roynir sum frægast at framskunda verkætlanina, og fyrsta stigið er, at tunnilin til Viðareiðis fær eina eykajáttan, so at vit fyrr kunnu fara undir aðrar verkætlanir.


Nývaldi tingmaðurin ásannar tó, at man frá politiskari síðu hevur valt at raðfesta Hvalbiartunnilin fyrst, men hann hevur eina vón um, at tað letur seg at gera báðar tunlar samstundis.


- Har er ongin ivi um, at tað er ein tørvur, tí trygdin er alt ov vánalig. Undanfarna samgonga hevur tó valt at raðfesta Hvalbiartunnil framum, og tað heldur hendan samgongan fast um. So tunlarnir Norður um Fjall verða ikki gjørdir áðrenn Hvalbiartunnilin.


- Men hugt verður seriøst eftir, um tað ber til at gera báðar samstundis. Um tað ber til at víðka tunlarnir Norður um fjall, eins og man hevur gjørt summastaðni í Norra, so kann man møguliga seta bæði arbeiðini í gongd samstundis.


Formaðurin í Rættarnevndini, javnaðartingmaðurin og borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, gjørdi annars greitt mánadagin, at tað kemur ikki upp á tal, at tunlarnir Norður um fjall verða tiknar framum Hvalbiartunnilin.