Hvalbingar eru ikki sinnaðir at vera við til at fíggja nýggja fótbóltstvøllin, sum er í gerð í Stópunum í Trongisvági.
Tað hevur Hvalbiar Bygdarráð samtykt.
Nevndin í Suðuroyar ítróttardepli, sum stendur fyri byggingini, hevði annars dúvað upp á, at allar tær tríggjar kommunurnar í Suðuroyar norðaru helvt skuldi vera við til at fíggja ætlanina.
Tær eru Tvøroyrar, Fámjins og Hvalbiar Kommuna.
Men so skulu tær binda seg til eina ávísa upphædd um árið í 10 ár.
Men tað eru hvalbingar ikki sinnaðir til.
Kortini vilja teir umhugsa at stuðla vøllinum við einari upphædd, tá ið arbeiðið er longri á leið komið.
Annars varð lagt upp til, at eitt lán skuldi takast til ætlanina, sum tær tríggjar kommunurnar í Suðuroyar Norðaru helvst so skuldi rinda aftur í felag eftir fólkatalinum í kommununi.
Varð eitt lán tikið upp á 12 milliónir, verður lánsgjaldið tilsamans 1,50 millión um árið í 10 ár og verður lánið 13 milliónir, verður lánsgjaldið tilsamans góðar 1,62 millión um árið.