Hvalbingar keypt nýggjan trolara

Íslendeski Trolarin; Dala - Rafn, er nú keyptur til Hvalbiar

Skipskeyp

Nú hava hvalbingar keypt ein trolara afturat til bygdina. Tað er íslendski trolarin, Dala- Rafn, úr Vestmannaoyggjum, sum hvalbingar nú hava keypt.
Tað eru menninir aftanfyri djúpvatnstrolaran, Steintór, sum nú keypa ein trolara afturat.
Jákup Pauli Hammer, reiðari, sigur teir hava leingi leitað eftir einum hóskandi trolara, bæði í Íslandi, Onglandi, Týsklandi og í Noregi.
Tá ið vit tosaðu við hann sunnukvøldið, var keypið ikki endaliga avgreitt, men tað varð tað á midnátt.
Fyri nøkrum árum síðani keyptu teir á Steintór fiskiloyvið hjá djúpvatnstrolaranum, Beintu, av Tvøroyri, tá ið hon varð seld av landinum og nú hava teir so fingið ein trolara at brúka tað fiskiloyvi.
Dala- Rafn er ein djúpvatnstrolari, sum líkist Mýlingi. Hann er bygdur í 1975, men reiðarin á Steintóri sigur, at hann er væl hildin. hann hevur 1500 hestar.
Hann kostar fýra milliónir at keypa við reiðskapi, men tað er rættiliga nógv at gera við hann, áðrenn hann verður góðkendur og klárur at fara til fiskiskap.
Jákup Pauli Hammer væntar, at trolarin fer at standa teimum í 10 milliónum, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap.
Arbeiðið, sum skal gerast við trolaran, áðrenn hann verður góðkendur, verður nú boðið út.Enn er sostatt óvist, nær hann kemur til landið, men nýggju eigararnir vóna, at hann kann fara til fiskiskap í mars mánað.
Hann fer at avreiða, har prísurin er bestur og tað vóna teir, verður til flakavirkið í Hvalba