Hvalbingar leggja samanlegging á hillina

Tað verður eingin samanlegging millum Hvalbiar kommuna og Tvøroyrar kommunu hetta valskeiðið.

Tað sigur afturvaldi borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, við Kringvarpið.

Sum vit skrivaðu í morgun, so skipaði nýggja bygdaráðið í Hvalba seg á fundi í gjár, har tað margháttliga hendi, at borgarstjórin, hvørs listi tapti valið, sum stóð um kommunusamanlegging, kortini varð valdur til borgarstjóra.

Og tað var ídnasti stríðsmaðurin ímóti samanlegging, sum tryggjaði índasta stríðsmanninum fyri samanlegging borgarstjórasessin.

Poul Laust Christiansen tók stig til lista B í Hvalba til kommunuvalið hesaferð fyri at tryggja, at Hvalbiar kommuna ikki legði saman við Tvøroyrar kommunu.

Stríð um borgarstjórasessin og innanhýsis stríð á lista B um nevndarsessir gjørdi, at Poul Laust Christiansen fór yvir til lista A og stuðlaði Janusi Thomsen, sum tí kundi halda fram sum borgarstjóri. Poul Laust Christiansen er varaborgarstjóri.

Poul Laust Christiansen hevur tryggjað sær, at meira verður ikki gjørt við kommunusamanlegging hesaferð. Og tað váttar Janus Thomsen.

– Fólkið hevur talað, og eg nerti tað ikki við eini eldtong, segði hann við Kringvarpið.

Fólkaatkvøða var í Hvalbiar kommunu 15. juni í ár, har fólkið vrakaði uppskot um at leggja saman við Tvøroyrar kommunu. 54 prosent søgdu nei og 46 prosent søgdu ja til samanleggin.

 

##med2##