Hvalurin fær sersømdir

­ Í trúnni hjá Paul Watson og hansara fólki hevur hvalurin serstøðu millum súgdjórini. Og tað er blóðskeivt at nýta harðskap fyri at broyta okkara hugsjón um hvalin, sigur Pál Weihe

Pál og Paul eru rúkandi ósamdir. Pál er yvirlækni og granskari, Paul er umhvørvismaður og hvalahirði. Pál eitur Weihe til eftirnavn og er yvirlækni á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Hann er alt annað enn hugtikin av framferðarhátti Watson´s, sum hevur gjørt seg til talsmann og verja hjá grindahvalinum.


Blóðskeivt

­ Hví skal hvalurin hava eina serstøðu millum súgdjórini, menniskju gagnnýta, spyr Pál Weihe og sigur seg enn ikki hava hoyrt eitt einasta argument hesum viðvíkjandi frá Paul Watson.

­ Eg kann bert ímynda mær, at í trúnni hjá Paul Watson hevur hvalurin hesa serstøðu millum súgdjór. Men hann má ikki brúka harðskap fyri at broyta hugsan føroyinga. Tað er heilt burturvið, sigur Pál Weihe.

Yvirlæknin sigur, at føroyingar hava rætt til at drepa grind, tí hesin stovnur er langt frá hóttir. Og føroyingar hava eisini gjørt nógv fyri at betra seg. Eitt nú er drápshátturin við árunum vorðin nógv meira humanur.


Okkara vinir

Pál Weihe hevur granskað, hvussu dálking av tungmetallum ávirkar menningina hjá børnum, og hann kann við tølum prógva, at hvalurin er dálkaður við evnum sum eitt nú PCB og DDT.

­ Henda dálking, ið stavar frá menniskjum, førir við sær, at okkara børn verða ávirkað skeiva vegin. Tískil skuldi Paul Watson, um hann veruliga var ein umhvørvismaður, vart hvalin móti hesum, sigur Pál.

­ Hví fer hann ikki út at verja hvalin, so hann ikki doyr av dálking, spyr hann og sipar til, at Watson og onnur umhvørvisfólk áttu at verið okkara vinir og ikki fíggindar.


Mátingarstøð

Pál Weihe heldur tað er av stórum týdningi, at føroyingar bjóða seg fram sum vaktarmenn fyri hval í Norðuratlantshavi. Hetta kundi verið okkara andlit úteftir.

­ Geografiskt liggja vit so væl fyri sum nakar. Og høvdu vit eina mátingarstøð í Føroyum, so kundu vit kannað og upplýst heimssamfelagið um støðuna hjá hesum súgdjórum.

­ Vit hava jú ikki nakað í klemmu hjá nøkrum, so vit kunnu tosa bæði við eystur og vestur, sigur Pál Weihe, yvirlækni á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.oacute;rn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.

Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.

Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.

Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.


Áki Andreasen