Hvannasund: Tríggir fyri. Og tvey ímóti.
Tað var úrslitið av atkvøðugreiðsluni í bygdaráðnum í Hvannasundi, tá málið um møguliga samanlegging við Klaksvík var fyri. Fyri uppskotinum atkvøddu varaborgarstjórin Pól Fuglø, Elmar Simonsen og Niels í Buð, meðan borgarstjórin Júst Poulsen og Veronika Petersen vóru ímóti.
Hóast tey flestu mundu vita, hvat úrslit ið bygdaráðið fór at koma til, var kortini fylgt við áhuga í tí, sum kom fram.
Eftir uppskotinum frá meirilutan skulu borgararnir kunnast væl og virðiliga um málið. Eftir skránni kemur faldarin út nú; ein borgarafundur haldast mánakvøldið 15. september; fólkaatkvøða verður mikudagin 17. september og dagin eftir, altso hósdagin 18. september skal bygdaráðið viðgera úrslitið av fólkaatkvøðuni.
Verður meiriluti fyri eini samanlegging verður Hvannasunds kommuna ikki til meiri, tí fara tær fimm bygdirnar í kommununi – Hvannasund, Norðdepil, Depil, Múli og Norðtoftir – uppí ta stóru Norðoya Kommunu.
Verður hinvegin ikki meiriluti, ja so »fyriliggur ein nýggj støða«, sum tikið verður til!
Borgarstjórin ikki við
Í drúgva tíð hevur hetta málið um ætlaðu samanleggingina við Klaksvík verið frammi í Hvannasunds kommunu.
Tað hevur verið uppi og vent á fundum í bygdaráðnum, og á einum teirra varð so ein nevnd vald at skipa samráðingarnar, soleiðis at tær fimm bygdirnar kundu fáa sum frægast burtur úr hesi samanleggingini.
Sum vanligt er, átti borgarstjórin, Júst Poulsen at verið fastur limur í hesi nevnd og staðið fyri samráðingunum. Men stutt eftir at hann var valdur, tók hann seg kortini úr, tí hann ikki var fyri at leggja hansara kommunu saman við Klaksvík.
Hesa tíðina, ið samráðingarnar tí hava verið, hevur tað ístaðin verið varaborgarstjórin, Pól Fuglø sum hevur staðið á odda fyri umboðunum úr Hvannasundi.
Úrslitið av hesum samráðingum er nú greitt: Ein faldari er gjørdur og verður sendur øllum húskjum í Hvannasunds kommunu í dag ella í morgin.
Her verður greitt frá teimum ætlanum, sum skulu fremjast í framtíðini, og hvussu ein skal skipa ta tíðina, sum Hvannasunds kommuna hevur eftir á lívi, áðrenn hon hvørvur sum navn og heiti, og gerst partur av teirri stóru Norðoya Kommuna.
“Order! Order!”
Tað er ikki ofta, at umboð fyri bæði blað og útvarpsrás eru á bygdaráðsfundi í Hvannasundi.
Sosialurin og Rás2 hava viðgjørt hetta málið í seinastuni, og hava vitjað fleiri ferðir í økinum fyri líkasum at lodda dýpið millum teir 436 borgararnar í teimum fimm bygdunum í kommununi.
At málið um samanleggingina veruliga hevur áhuga millum sundafólk, var fundurin í gjár eitt fullgott prógv um. Fundarsalurin hevur sjáldan verið meiri fullsettur av spentum áhoyrarum, sum her fingu møguleika at hoyra og síggja teirra kosnu umboð viðgera hetta álvarsmálið.
Talið av áhoyrarum kundi heilt víst verið munandi størri, men tað skiltist á prátinum at nógvir mans, sum annars høvdu áhuga í málinum, vóru farnir eftir náta í góðveðrinum í gjár. Fyri aðrar kundu nátar vera nátar hesa løtuna!
Onnur vóru kanska meiri komin fyri upplivingina, fyri at fáa at vita, hvussu góður – ella vánaligur – samstarvsandin er í bygdaráðnum. Og tað mundu tey helst eisini fáa fullan valuta fyri: Her komu eingi boð um at fáa peningin fyri atgongumerkið aftur!
Gjøgnum allan fundin var persónligt brigsl at hoyra, soleiðis at málini ofta fóru heilt skeiva kós. Var tað ikki fyri einastu kvinnuna í bygdaráðnum, hevði fundurin helst verið munandi drúgvari enn teir tveir tímarnar, sum hann annars vardi!
- Gloym alt hatta persónliga. Koma tit ikki burtur úr hasum, so verða eingi mál loyst, royndi Veronika Petersen sum frægast at fáa »order, order« millum teir fýra mannligu bygdaráðslimirnar.
Tøl og paragraffir
Á bygdaráðsfundinum í gjárkvøldið kom helst týðiligari enn nakrantíð fram, hvussu vánaligt samstarvið er og hvussu ósamdir limirnir í bygdaráðnum í roynd og veru eru – ikki bert í hesum málinum, men í rættiliga mongum øðrum málum eisini.
Hinvegin helt onkur áhoyrari fyri, at hetta hevði verið ein av teimum allar frægastu fundunum. Teir høvdu mangan verið meiri ófriðarligir enn hesin.
Kanska dempaðu teir seg eitt sindur við hetta høvið av fýra ymiskum orsøkum: Nógv fólk vóru til staðar í fundarsalinum, ið eisini verður brúktur til kristilig tiltøk. Tí umboð fyri Sosialin og Rás2 vóru til staðar. Tí borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen var millum áhoyrararnar. Og tí at eitt starvsfólk á grannskoðarafyritøku var komið allan vegin úr Havn á fundin, fyri at greiða bygdaráðnum frá roknskapinum, sum varð endaliga undirskrivaður í gjárkvøldið.
Men tann persónligi – ella ópersónligi! – tónin millum teir fimm limirnar varð lagdur næstan beinanvegin, tá uppskotið frá trimum teirra um møguliga samanlegging við Klaksvík kom á borðið.
Tikið varð til, við eini ávísari ironi, at hetta var eitt av fáum uppskotum, sum var komið inn rættstundis – tað er: áðrenn seinasta freist er at koma við uppskotum til tann regluliga bygdaráðsfundin.
Borgarstjórin førdi sjálvur orðið, og eftir at broytingar vóru gjørdar í sjálvari skránni, soleiðis at hetta gjørdist mál nummar eitt, varð tað lagt fram.
Hann las upp skrivið frá trimum av bygdaráðslimunum – tað vil siga: Hann byrjaði, men gakk. Hann steðgaði brádliga á, tí her vóru so nógvar paragraffir at lesa, og tøl upp og niður.
- Hygg, Pól. Kanst tú ikki bara lesa tað upp?!, segði hann við varaborgarstjóran, ið var ein av teimum trimum. Hann so gjørdi.
Í stutta skrivinum verður greitt frá gongdini í málinum, øllum skjølunum í málinum og hvussu fram skal farast hesar komandi vikurnar, við borgarafundi, fólkaatkvøðu og viðgerð av úrslitinum í bygdaráðnum.
Skrumblað ígjøgnum
Sum skilst var ætlanin at fáa gjørda eina kunngerð um fólkaatkvøðuna beinanvegin, soleiðis at ásetta tíðarfreistin kundi haldast. Hetta er neyðugt at gera í slíkari bygd, har menn eru ella kunnu fara til skips, og har onnur fara burtur í øðrum ørindum.
Henda mannagongdin ljóðaði so ógvuliga skilagóð, men gakk: Nú vísti ein av bygdaráðslimunum á, at tað bar als ikki til at hava eina fólkaatkvøðu við so stuttari freist. 14 dagar er ikki nóg mikið, tí formaðurin í valnevndini hevði mælt til, at vallistarnir skuldu liggja frammi í minst fýra vikur, og at tað síðani skuldu ganga tvær vikur aftrat fyri at fáa valkortini út.
Skuldi henda mannagongdin fylgjast kundi fólkaatkvøðan í fyrsta lagi verða um hálvan oktober, og tá hevði verið í seinna lagið at fingið málið avgreitt innan kommunuvalið í november.
Meirilutin í bygdaráðnum vísti her á, at teir hava ferð eftir ferð biðið um fund til at kunna viðgera málið, soleiðis at tíðarfreistin kundi haldast og fólkið fáa góða tíð at lesa alt tilfarið ígjøgnum. Fyri teimum tykist tað heldur vera so, at hini høvdu bølt omaná málinum í alt ov langa tíð og ikki vilja viðgjørt tá, tá ein altso fyrst í gjárkvøldið kundi viðgera hetta álvarsama málið og samstundis kunna almenningin um tað.
Nú koma málið umsíðir undan kavi, og nú var brádliga full semja um at hava eina fólkaatkvøðu: Bæði borgarstjórin og hin bygdaráðslimurin í minnilutan vóru fyri eini fólkaatkvøðu, men spurningur teirra var, um ein ætlaði at fylgja úrslitinum av hesi
- Eg eri ikki ímóti eini fólkaatkvøðu, legði borgarstjórin dent á. – Men eg eri harðliga ímóti tí mátanum, sum hetta málið er viðgjørt. Tað er snøgt sagt skrumblað ígjøgnum, og tað kann eg ikki góðtaka!
Tá so atkvøðast skuldi vóru tríggjar atkvøður fyri at halda fram við samráðingunum við Klaksvík, soleiðis at ætlaða tilgongdin í samanleggingini kann halda fram sum ætlað.
Ein heilt annar spurningur er so, hvat fólkið í kommununi heldur. Væl er ein meiriluti fyri samanlegging í bygdaráðnum, men tað er meiri óvist, um maðurin við sundið er líka so samdur. Tey tykjast meiri at vera í villareiði, tí kunningin hevur verið so avmarkað. Kanska fer faldarin, sum nú skal berast út í hvørt hús, at bøta um alt hetta.
Tað vita vit mikukvøldið 17. september klokkan 20!
(