Danska løgreglan situr púra á berum, eftir at fyrrverandi irakski herovastin, Nazae al-Khazaraji, hvarv úr húsavarðhaldi sínum í Sorø seinasta vikuskiftið.
Donsku myndugleikarnir hava leingi kannað skuldsetingar ímóti fyrrverandi generalinum, tí kurdar vilja vera við, at hann stóð á odda fyri irakskum hermonnum, sum nýttu eiturgass ímóti kurdum har norðuri í Irak fyri 15 árum síðani. Fleiri hundraðtúsund fólk doyðu.
Danska løgreglan sigur, at fyrrverandi herovastin var við hús seinasta leygardag, og at kona hansara váttaði sunnudagin, at alt var í lagi. Tá løgreglan seinni kom á dyrnar, var herovastin horvin, og síðani hevur eingin borið eygað við hann. Kurdar í Danmark ivast ikki í, at Nazar al-Kharazaji er farin til Turkalands, har hann er saman við umboðum fyri iraksku andstøðuna, men skyldfólk hansara í Danmark halda, at agentar hjá iraksku myndugleikunum hava burturflutt hann.
Danski løgmálaráðharrin, Lene Espersen, hevur verið fyri hvøssum atfinningum, síðani tað frættist, at fyrrverandi herovastin var horvin úr húsavarðhaldinum.