Meginfelag Útróðrarmanna hevur framvegis ikki fingið svar upp á sína klagu til landsstýrismálanevndina av Høgna Hoydal.
Meginfelag Útróðrarmanna klagaði um mátan, sum fiskimálaráðharrin ásetti fiskidagarnar fyri fiskiárið 2016/2017.
Nú eru sjey mánaðir gingnir, men enn hevur Meginfelagið einki svar fingið.
- Tað tykist løgið, nú Løgtingið fer til hús og bert tríggjar vikur eru til Tingið skal áseta nýggjar fiskidagar fyri 2017/18, at eingin niðurstøða fyriliggur í oman fyri nevndu klagu, sigur Absalon í Buð, formaður í meginfelagnum í dag.
- Uppaftur løgnari tykist tað, at tað skal vera skjótari at seta eina nýggja, kollveltandi fiskivinnuskipan í verk enn at koma við eini niðurstøðu í einari umsitingarligu klagu, sigur hann.
Hann spyr tí, um meginfelagið kann vænta eitt svar upp á klaguna, áðrenn upskotið um fiskidagar fyri 2017/2018 liggur á tingborði. Uppskotið um býtið av fiskidøgum, ella broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, verður lagd fram á ólavsøku. Nýggja býtið kemur í gildi 1. septembur.