Regin Joensen
???
16. mars skuldi lógaruppskot um lækking av avgjaldi á nýggjum motor-súkklum koma fyri Tingið. Eg fór spentur oman at fylgja við viðgerðini av málinum.
Til seinasta Løgtingsval var eitt av lyftum Sam-bandsfloksins at lækka avgjaldið á nýggjum motorsúkklum, so eg helt at nú teir sita í samgongu mundi eingin trupulleiki verða at fáa málið samtykt. So bleiv tíverri ikki. Nú vóru samgongulimir og andstøðulimir brádliga ikki so heitir fyri uppskotinum.Tað tykt-ist sum at nú var málið toygt út til eftir Fólkatingsvalið, so nú var ikki neyðugt at dyrgja við fleiri gyltum lyftum. Tórbjørn Jacobsen legði fram uppskot um at beina málið aftur í Fíggjarnevndina,somu nevnd sum var samd um at leggja uppskotið fyri Tingið !
So bleiv atkvøtt um uppskotið hjá Tórbjørn. Stóð á jøvnum, fall uppskotið og kundi Tingið sostatt fara undir 2. viðgerð og samtykkja málið. Við atkvøðugreiðsluna vóru 14 atkvøður fyri men bara 13 atkvøður móti at beina málið aftur í Fíggjarnevndina og málið for sostatt aftur í nevnd. Her manglaði ein Sambandsatkvøða ! Menn hugdu runt í salinum, onkur rann út í gongina at hyggja hvar Marius Dam var. Var tað nú so livandi galið at Sambandsflokkurin sjálvur var við til at goyma málið til næsta val ? Eg fekk ikki hetta at passa,tí sambært Kaj Leo Johannesen er eitt púra vist: Sambandflokkurin loypir ikki frá lyftum,ein spaki er ein spaki, ein maður er ein maður og alt hatta har. Men sannleikin var óreingiligur : Her var hvørki spaki, maður ella Marius !
Tá tingfundurin var liðugur, spurdi eg hvar Marius var. Onkur helt at hann var farin til arbeiðis. Til arbeiðis ? Fær hann ikki yvir 30.000 kr. um mánaðin fyri at verða í Tinginum ?
Kanska Marius Dam kann svara mær (eftir ar-beiðstíð, sjálvandi !) hví hann ikki var í Løgtinginum tá atkvøðast skuldi um uppskotið.
Gleðiligar MC-Páskir