? Eg var til eina studentaveitslu hjá einum gomlum floksfelaga. Vit sótu øll og hugdu at dystinum, áðrenn vit fóru til borðið. Tað var spennandi. Vit tippaðu ikki undan dystinum, men hetta var áðrenn tjóðskaparøsingina í Føroyum, so øll vónaðu, at Danmark fór at vinna. Tað var eitt øgiligt róp og skrál, tá Faxe fyrst og síðani Vilfort skoraðu málini hjá Danmark.
Eg haldi ikki, at øll beinleiðis væntaðu, at Danmark nokk fór at tapa undan dystinum, tí teir høvdu yvirraskað so nógv við úrslitunum í bólkaspælinum, at nærum alt var gjørligt hjá teimum.
Tá so dysturin var av, og Danmark hevði vunnið, bleiv veitslan bara jú tað betri.
Dagin eftir var eg til eina aðra veitslu, og har spældi tann sama singleplátan allatíðina. Tað var ein við Re-Sepp-Ten á A-síðuni og so En for alle frá 1988 á hinari.
Tað bleiv nokk tosað nógv um hesa sensatiónina, men Søren Lerby segði einaferð: Tú ert ongantíð betur enn tín seinasti dystur. So tá Danmark legði út við einum ússaligum javnleiki í HM undankappingini aftaná, mundi alt tosið um EM sigurin tagna.