Hvassar ákærur móti FSF-umsitingini

Í B36 eru tey alt annað enn fegin um viðgerðina, sum bæði starvs- og dómsnevnd høvdu av málinum um vantandi spæliloyvi

Spælioloyvi

Hóast tey í B36 hava innstillað seg uppá, at úrskurðurin hjá bæði starvs- og dómsnevnd innan FSF skal virðast, so merkir hetta á ongan hátt, at tey í felagnum eru samd í avgerðini. Og als ikki í grundgevingunum fyri hesi.
»Hetta mál er eitt skúladømi um, hvat hendir, tá mannagongdir sleppa at glíða í koplingini og undirstrikar, hví neyðugt er við heilt føstum og strongum reglum á økinum«
»Dómsnevndin hevur við at staðfesta úrskurðin hjá starvsnevnd FSF?s í hesum málinum blástemplað álvarsligu brotini hjá umsiting FSF?s á tær á aðalfundum samtyktu mannagongdirnar?«
»?tað framyvir er uppgávum hjá feløgunum at steðga FSF í at bróta sínar egnu reglugerðir«
»Dómsnevndin hevur latið sítt vælsignlisi til, at mannagongdir glíða frá tí, sum stendur í reglugerðini?«
Hetta eru bert einstøk dømi um viðmerkingar, sum B36 sendi FSF, eftir at dómsnevndin sunnudagin hevði staðfest úrskurðin hjá starvsnevndini.

Advokatbrølari
Eftir at starvsnevndin hjá FSF í fyrsta umfari hevði gjørt úrskurð um, at B36 skuldi tapa dystin ímóti Skála í steypakappingini, gjørdi B36 av at kæra málið til dómsnevndina.
Í kæruni førdi B36 fram, at teimum kunnugt hevði spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard alla tíðina verið í B36, og at tað tí ikki var neyðugt hjá teimum at endurnýggja hetta.
Tann partin av málinum hevði starvsnevndin hjá FSF annars eitt løgfrøðisligt tilmæli um, men sum skilst, so bygdi hetta á skeivar fortreytir. Løgfrøðingurin, Christian Andreasen, hevði nevnliga í sínum tilmæli víst til grein, sum staðfestir »Um spælari tekur bústað uttanlands, fellir spæliloyvið burtur av sær sjálvum«. Var hetta so, so var helst eingin ivi um úrskurðin, men løgfrøðin hevði tó ein trupulleika í hesum. Greinin, sum víst varð til, varð nevnliga strikað á næst seinasta aðalfundinum hjá FSF, og er tí als ikki galdandi longur.

Grundleggjandi báðar vegir
Men hetta kom tó ikki at hava avgerandi týdning fyri niðurstøðuna hjá dómsnevndini í málinum.
Har hevði tað størsta týdningin, at spæliloyvi verða roknað sum ein grundleggjandi partur av føroyskari fótbóltsskipan, og at tað tí skal kosta, tá spælt verður uttan loyvi.
Í skrivinum staðfestir B36, at tey als ikki eru ósamd í hesum, men tey staðfesta samstundis, at tá talan er um somikið grundleggjandi reglur, so mugu mannagongdirnar vera greiðar allar vegir.
Felagið hevur í hesum sambandi spurt seg fyri hjá DBU, og haðani eru boðini púrasta greið. Nevnliga at »DBU?s procedure omkring internationlae og nationale klubskifter altid kræver et gyldigt certifikat ella overførselssblanket, der altid skal være underskrevet af et bestyrelsesmedlem, der har prokura hertil, samt med et gyldigt klubstempel.
Viðvíkjandi Eyðuni Højgaard var støðan tann, at FSF fekk fyrispurning frá DBU, um spælarin kundi leysgevast til ÍF Føroyar. Hesin varð sendur víðari til táverandi samskiparan hjá B36, sum við telduposti váttaði, at spælarin kundi leysgevast. Ein mannagongd, sum sambært DBU »ikke ville komme på tale«.
Í kappingerreglunum fyri fótbólt verður eisini staðfest, at flytingarskjal skal nýtast, tá spælaraloyvi verður flutt. Men bæði starvs- og dómsnevndin staðfestu í síni niðurstøðu, at B36 sjálvt hevur góðkent mannagongdina við telduposti. Hetta við at senda svar um leysgeving umvegis teldupost.
Tað brotið úr niðurstøðuni, sigur B36, er greitt brot á mannagongdirnar, sum eru samtyktar á aðalfundinum, og at hetta er beinleiðis atvoldin til, at flytingin av spæliloyvinum ikki er skrásett hjá B36. Og tað er eisini hetta, sum fær B36 at framføra átalurnar, sum eru endurgivnar omanfyri.

Uppstramman í eygsjón
Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á formanninum í kappingarnevndini hjá FSF. Men tá hugt verður í bakspeglið um, hvussu málið um spæliloyvini hjá KÍ og B36 útviklaði seg, so er lítið at ivast í, at talan í framtíðini verður um eina uppstramman av mannagongdunum í samband við flyting av spæliloyvum.
Partvíst hevur FSF eisini longu boðað frá hesum, og innan alt ov langa tíð verða spælarayvirlitini hjá einstøku feløgunum helst eisini atkomulig á alnetinum.
Hartil kann helst eisini roknast við, at sjálvar mannagongdirnar innan flytan av spæliloyvum fáa eina uppstramman.