Hvat er endamálið við føroyskum ungdómsfótbólti?

Viðmerkingar til fótbóltin fyri børn, nú fundur verður við feløgini í januar um ungdómsfótbóltin

Til stuttleika og fyri at gera ein samanburð, setið eg her niðanfyri tey fremstu málini í donsku ungdómsfótbólti, og eru tey hesu, leysliga umsett:

 

Fótbóltur fyri øll

Fótbóltur fyri Danmørk

Fótbóltur er felagslív

Fótbóltur er trivnaður og savnar allar ættarbólkar

Fótbóltur er persónlig menning og framsýning

Fótbóltur er at læra

Fótbóltur er spæl

Fótbóltur er kapping

Fótbóltur er handil og undirhald

Fótbóltur hevur síni áhugamál

 

Føroyskum fótbóltur partur av okkara mentan

Spyrja vit eftir í Føroyum hvønn veg í fótbólturin fer, so er onki skrivað skjal, sum kann bera okkum á mál. Her er onki, sum sigur okkum um tað, at savnað fótbóltin í nøkur størri feløg, ella um fótbólturin er til fyri landsliðið, ella hvussu við áhugaverdari kapping fyri a, b og c liðini ? Hvat verður gjørt fyri at sameina mentan og fótbólt, t.d. at enda kappingina, áðrenn heysti kemur fyri ella um páskini og summarið ?

 

Bert hugsa um landsliðsarbeiði

Um eg ikki fari skeivur, vil eg meta at øll landskappingin hevur bert eitt endamál, og tað er, at hon skal verða so long sum gjørligt, fyri landsliðið skuld, og fyri at skipa úttøku av landsliðnum, og so at handa steyp og heiðursmerkju, tá kappingarnar enda einaferð í oktobur. Men skal hetta verða máli, og bara hetta? Skal føroyskur ungdómsfótbóltur bert umfata: 1. Fótbóltur fyri Føroyar og 2. Fótbóltur er kapping, herundir handan av steypum og heiðursmerkjum, og tað er so tað?

 

Sakni breiðari mál

Um hetta er so, so vil eg meta, at vit eru eftirbátur á mongum økjum, kanska burtursæð frá útbúgving av venjarum og leiðarum, sum tey mongu seinastu árini, síðani 1984, hava vunnið frama. Gaman í er hetta týdningarmikil táttur í spælinum, men eg sakni kortini nøkur breiðari mál. Kanska tey eru har, men so eru tey ikki fest

á blað og almannakunngjørd, so einhvør kann lesa tey.

Hesu evni kundi verið tikin upp úti í feløgunum, sum partur av orðaskiftinum um mál við fótbóltinum, og at kunna foreldrini um felagsins politikk m.a. á hesum økjum:

Um kostvanar

Royking

Rúsdrekkapolitikk

Pædofili

Leikaraskifti

Um leikaraskiftini eru at siga, at hesu átti at verið gjørd millum feløgini, og ikki frá felag til leikara ella foreldur, men altíð til núverandi felagi. Tað er jú ikki vist at leikararnir mennast í einum stórfelagið – tvørturímóti kann hann mennast væl í tí minni felagnum. Eitt sum manglar í, er at tryggja spælaranum møguleikan, um hann ikki trívist í nýggja felagnum. Honum átti at verið tryggjað, at kunna koma aftur til heimliga felagið, ístaðin fyri at hann purasta støðgar upp við fótbóltinum.

 

Tríggjar skiftisleikarar, sum verða innskiftir

Eitt, sum kundi haft áhuga, at umrøtt, er um heili 5 mans skulu sita eykamenn á einum liðið (12 ár og eldri). Hetta verður ofta til at leikarar, í stóran mun gerast áskoðarar ístaðin. Teir læra best við at spæla. Hetta kundi verið gjørt soleiðis, at ein kundi haft 3 skiftisleikarar ístaðin, og so vítt møguligt skuldi hesir verið nýttir helvtina av dystinum.

 

Allir piltar og smápiltar fáa ein hálvleik

Fyri leikarar, sum spæla á piltum og smápiltum (spæla ikki um FM), her átti tað verið soleiðis, at leikararnir skulu spæla minst helvtina av dystinum.

Hetta er eisini í tí andanum: “Fótbóltur fyri øll” og “fótbóltur er eitt spæl” og

tá ein kundi hugsa sær, at tað ikki verður spælt um FM í hesum aldursbólkum, so hevði hetta verið ein sjálvfylgja.

 

Fair Play

Her átti at verið gjørt soleiðis, tá liðini byrja, at stillað verður upp á miðjuni. Útiliðið Fer fyrst til dómara og heimaliðið og heilsar. So ger heimaliðið tað sama. Sama verður gjørt, tá dysturin er liðugur.

So hevði spælið liva upp til tað, vit forvænta av leikinum.