Hvat hendir, um mamman kemur á ting?

Sum barn vaks eg upp á Eiði. Á Eiði býr Tordur Niclasen og Tordur sat á tingið fyri Miðflokkin í 80´inum og 90´inum. At hava eitt av bygdafólkinum á tingi, sum eisini er pápi ein vinmann, var nakað, sum eg var erpin av, sjálvt um eg als ikki eri samd í tí politikki Miðflokkurin umboðar. Men at síggja ein vaksnan persón so tætt uppá sita á tingið, er nakað serligt. Men hvussu hevði verið um Tordur var ein kvinna? Hevði eg so kanska komi fyrr fram á politiska pallin?

 

Ímyndið tykkum, um okkara børn høvdu fleiri kvinnur at spegla sær í í føroyskum politikki. Eg sigi ikki, at nakar skal seta sín kross á meg, bara tí eg eri ein kvinna, men um tú velur meg frá, tí eg eri ein kvinna og mamma, so vóni eg, at tú hugsar teg væl um.

 

Vit kvinnur eru undirumboðaðar á tingi og tað er ikki rætt. Eg hoyri mangan, at tað er synd í børnunum, tá mamman verður upptikin av politikki. Hetta hevur altíð undrað meg, tí tá eg sum sjúkrarøktarfrøðingur arbeiði í skiftandi vaktum og ikki síggi børnini í dagar á rað, er ongin, sum setur eitt kritiskt spurnatekin til tað.

 

So til spurningin, hvat hendir, um mamman kemur á ting?

 

Jú, sjálvandi er tað orku- og tíðarkrevjandi, tá mamman fer í nýtt starv. Men tá mamman er komin væl inn í sítt nýggja starv, er hetta eitt starv sum alt annað.

 

Hinvegin verða børnini tilvitað um virðið á síni rødd. At hóast eg eri ein genta, so havi eg eina rødd, sum er líka nógv verd, sum røddin hjá einum drongi. Og soleiðis eigur tað at verða!

 

 

 

Magna Eliana Mørkøre.

 

Mamma til fýra børn, tvær gentur og tveir dreingir, sjúkrarøktarfrøðingur og MSc í heilsuvísindi

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin