“Kom upp á fjallatind, lít yvir Føroyalandið! So undurføgur mynd! Her lyftist upp vár andi.” Hetta stóð at lesa í Dagblaðnum jólaaftan í 1946. Yrkjarin var eingin annar enn ein av okkara mætastu yrkjarum, Mikkjal Dánjalsson á Ryggi. Og hvat er heimurin ikki broyttur síðani tá. Nekarar ella blámenn, sum fínir amerikanarar og føroyingar søgdu, tá teir lýstu myrklittu menniskjuni, ið ikki sluppu at sita saman við leyklittu menniskjunum, tí tey vóru minni verd. Nú á døgum situr nekari í hásæti í sjálvum landinum, har Ku Klux Klan hevur sín uppruna. Men ikki sær tað út, sum um broytingarnar eru komnar til okkara kæra móðurland, tí Bill Justinussen heldur enn fast við Mikkjalsa orð, og loyvir tískil ikki veruleikanum framat.
Kanska?
Ein og hvør man hava upplivað dagar, tá hvørki eitt ella annað gongur eftir vild – og gud hvat slíkir dagar eru møðandi. Tá, ístaðin fyri nær, óhepnið rakar, finst ikki verri tónleikur og orðaskifti enn býttsligt kjakarí. Aloftast gerast frustratiónirnar steinur oman á byrðu, og ikki slepst av við ótespiligheitirnar, um ein ikki reagerar. Í øðini rapla bæði rímiligar og órimiligar kenslur niður á evnið, um man so vil tað ella ei. Og í almennahøpinum kunna tílíkir dagar og stundir gerast vandamiklar, serliga í bakspeglinum. Ikki skal eg leggja Bill Justinussen orðini í munnin, men ein kundi havt hugsað sær, at hann hevði ein av teimum vánaligu døgunum, tá hann stevndi Rás 2, vertindunum báðum og dreinginum í Rásarúminum, aftan á tey rørdu hjartastreingir hansara.
Útmeldingarnar hjá Bill Justinussen minna nógv um teir dugnaligu næmingarnar, ið ikki hava fingið náttarfrið. Og tá lærarin tíðliga mánamorgun spyr, svarar hálvsovandi og lúnuta sinnið leysliga: “Fyri tey ungu, sum hoyrdu sendingina, kann boðskapurin... Sendingin kann væl hava havt ta ávirkan... Sendingin kann enntá...”
“Jamen góði Bill, kann tú ikki geva mær eitt neyvari svar?” spyr lærarin blítt.
“Eg meti, at sendingin var til miklan skaða... serliga tey ungu.... fingið stóran skaða, tí sendingin vendir sær beint ímóti tí, sum foreldur, myndugleikar og løgregla støðugt ávara føroyskan ungdóm ímóti...”
Ikki kundi lærarin gera annað enn at smílast, og tá spann øði í svøvntunga sinnið.
“Hansara boðskapur var púra greiður... gott og óskaðiligt at roykja hassj... nógv skaðiligari at drekka og... roykja sigarettir”
Og lærarin roynir at leggja uppí, men tað vildi nývaknaða, tó gløgga, sinnið ikki.
“Sendingin var eitt slag í andlitið á politiska myndugleikanum, á løgregluni og á tollvaldinum, sum øll gera eitt stórt arbeiði fyri at tálma nýtsluni av rúsevnum.”
Tað er eins tápuligt at siga, at sendinigin og evnið, ið vertirnir nurtu við, kunna vera spegilsmyndir av vánaligari politiskari skipan. Ella kanska politiskari misnøgd millum miðnámsflokkin og tjóðveldi, ella tað, sum verri er: eitt álop á Patursson familjuna.
Prinsippir
Bill Justinussen, ið nú starvast sum lærari, hugdi strangliga at klassanum og peikaði síðani á talvuna, har ið setningarnir vóru skrivaðir. Við stórum bókstavum stóð: “Tú skalt ikki tala í flokkinum.”
Men hendan dagin røktu tvær ungar gentur ikki prinsippini. Tær talaðu hart um evnir, ið fólk ikki høvdu loyvi at tala um. Og tað dámdi Bill ikki.
“Hevði ein maður sitið fyri tendraðari mikrofon og viðgingið eitt dráp ella okkurt annað lógarbrot, hevði løgreglan uttan iva skundað sær á útvarpsstøðina at handtikið hann. Prinsippið er tað sama...”
Tað tyktist, sum ógvusligu orðini rungaðu í klassanum í fleiri dagar, áðrenn ein drongur, sum hevði hugsað um dømið, svaraði:
“Vil tað so siga, at ein fyrrverandi rúsdrekkamisnýtari, sum nú er vorðin ráðgevi, skal meldast, tá ið hann fortelur skúlabørnum um vandan við rúsdrekka? Tí, um ein fyrrverrandi drápsmaður, ið ikki hevur fingið dóm, viðgongur at hava dripið ein mann fyri tíggju árum síðani, verður hann helst dømdur. Eiga vit so ikki at senda allar rúsdrekkaráðgevar, sum veruliga hjálpa samfelagnum, í geglið?”
Flokkurin hugdi undrandi at Bill, ið ikki hevur havt stundir at svara – men vit bíða spent.
Álvari
“Vinstra víkiskylda” er útvarpssending til ung og fyri ung, og tí er tað sera óheppið, at ein tingmaður stevnir ikki bara Rásini, men eisini ungdóminum. Eins og fyritøkur hava tema, har ið arbeiðsfólkini skulu vera ílatin, var tónleikurin bert ein partur av temanum. Men eggjaði hann ungdóminum at nýta rúsdrekka? Spurningurin má vera upp til hvønn einstakan, og um fólki ikki dámdi hann, høvdu tey møguleika at sløkkja, og tað sama er galdandi fyri sendingina. Men eitt er tó víst, spyrt tú tónleikafólk, hvat tey hildu um tónleikin, verður ivaleyst svarað: ikki nakað meistaraverk.
Ikki skal tað vera nøkur loyna, síðani rúsevnisspurningurin kyknaði upp aftur, at Føroyar hava stórar trupulleikar. Sosialurin hevði eina grein 9.desembur 2008, ið varpaði ljós á trupulleikan. Og orðini vóru ikki sørt skelkandi: “Tey siga tað er nemt. Tú fær tað á gøtuni, og tú fær tað til dans, men tá er tað kanska serliga tablettirnar, tí tær fáast lættliga úr hond í hond, uttan at fólk varnast tað. Tey sum ætla sær at fáa fatur á onkrum, hava ikki ilt við at finna tað,” segði Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, við Sosialin.
Eg meti, at tað er her, trupulleikin veruliga byrjar. Eins og ákærdi drongurin vísti, og Bill setti prikkin yvir iið, ljóðaði tað, sum um báðir manglaðu vitan. Og tá kemur í hugan orðatakið: “hann, ið einki veit, er hvørjum manni leiður.” Tað tykist, at Bill hevur selt skinnið, áðrenn bjørnin er skotin - ikki uttan hann er vorðin løgfrøðingur sovandi.
Nú ljóðar tað, sum um eg eri serkønur innan fyri hetta øki, men tað eri eg als ikki. Vildi bara trúð, at nú er stundin komin, bæði fyri politikarar og borgarar, at varpa ljós á alstóra trupulleikan. Ístaðin fyri at fjala veruleikan aftan fyri eina óveruliga mynd, haldi eg, at tær báðar í Rásarúminum skuldi fingið rós fyri at varpa ljós á dapra sannleikan. Og tað skal eisini sigast, at tær royndu at fáa lækna inn í stovuna, men “teir høvdu fór nógv at gera.”
Eins og dugnaligi næmingurin, ið ikki var sera umhugsin, tá lærarin spurdi ein spurning, átti Bill at sagt orsaka og tikið ákærurnar aftur. Ístaðin fyri at vera mintur sum drongurin, ið helt fast um tað, hann segði, sjálvt um tað var skeivt, átti Bill at tikið sviðan.
Songbók Føroya fólks: “Landið og fólkið”
Fyri at taka saman um er tað týdningarmikið, at almenningurin og serliga ungdómurin fær høvi at fáa fatur á upplýsingum um vandan við rúsevnum.
“Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt,” og tað kann eisini sigast um hetta lesarabræv. Tí endiliga hevur samfelagið fingið svarað retoriska spurninginum hjá Fríðriki Petersen:
“Hvat kann røra hjartastreingir...?”
Rás 2.
Hoyvík 26/01/09