Hvat meinti Lars Olsen við?

Ongin úr russisku kappingini við á landsliðnum hjá Kasakstan

Fleiri fótbóltsáhugaðir føroyingar hava gjørt vart við, at Lars Olsen segði okkurt, sum ikki passar á tíðindafundinum, tá hann úttók føroyska landsliðið til dystirnar móti Kasakstan og Eysturríki. Hann segði, at allir spælararnir á landsliðnum hjá Kasakstan, uttan ein, spæla í russiskum fótbólti.

 

Hetta passar ikki, og tað hava fleiri gjørt vart við bæði til in.fo og kjaksíðum á Facebook. Nú er landsliðið hjá Kasakstan úttikið. Allir uttan tveir spæla í heimligu kappingini, meðan Konstantin Engel úr Energie Cottbus og Henrich Schmidtgal  úr Fortuna Dusseldorf, spæla í Týsklandi.

 

Henrich Schmidtgal var ikki við seinast og má metast sum ein styrkur fyri Kasakstan.

 

Nú er so spurningurin hvat landsliðsvenjarin, Lars Olsen, meinti við, tá hann segði at allir spæla í russiskum fótbólti?

 

Hópurin hjá Kasakstan:

 

Málverjar:

Andrei Sidelnikov, Aktobe

Alexander Mokin, Shakhtar Karagandy

Samat Otarbayev  Shymkent

 

Verjuspælarar:

Kairat Nurdauletov,  Astana

Yuri Logvinenko, Aktobe

Alexey Muldarov, Aktobe

Eldos Akhmetov, Astana

Victor Dimitrenko, Astana

Mark Gurman, Kairat Almaty

Alexander Kislitsyn, Kairat Almaty

Konstantin Engel Energie Cottbus (Týskland)

 

Miðvallarar:

Nurbol Zhumaskaliyev, Tobol Kostanai

Maxat Bayzhanov, Shakhtar Karagandy

Heinrich Shmidtgal Fortuna Dusseldorf (Týskland)

Valery Korobkin, Astana

Dmitry Shomko, Irtysh Pavlodar

Pavel Shabalin Irtysh Pavlodar

Igor Jurin Irtysh Pavlodar

Andrei Karpovich, Shymkent

Anatoly Bogdanov, Tobol Kostanai

 

Framherjar:

Andrei Finonchenko, Shakhtar Karagandy

Sergey Hizhnichenko, Shakhtar Karagandy

Alex Shchetkin, Atyrau

 

HM undankappingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður 11. oktobur á Tórsvølli.