Hvat vænta tónleikafólk í sambandi við Prix Føroyar finaluna

Yngd hevur hitt tríggjar mans í føroyska tónleikaheiminum og spurt teir, hvat teir vænta av Prix Føroyar finaluni leygarkvøldið

Regin Guttesen, tónleikari

Hvør vinnur Prix Føroyar? Tað veit eg ikki, tí eg havi als ikki fylgt við. Einasti bólkurin, ið eg havi hoyrt, var Clickhaze, men tað helt eg, ljóðaði gott.


Hvat heldur tú um tiltakið? Mær dámar tað einki. Eg haldi, at tað sigur nógv um føroyskt tónleikalív, um hæddarpunktið í tónleikalívinum er ein kapping, har tað snýr seg um at vinna á hinum. At man skal kappast um at verða besti bólkurin, dámar mær ikki, og eg havi tað ikki ov gott við Prix Føroyum.


Fert tú niðan í Norðurlandahúsið leygarkvøldið? Nei, tað fari eg ikki, tí kappingin sigur mær einki.



Finn Jensen, FC Music og FC-Búðin

Hvør vinnur Prix Føroyar? Um tað gongur eftir traditiónunum, so verða tað Kjølar, tí fyrsta árið vann Moriae, meðan Mark No Limits bleiv nummar tvey. Næstu ferð vann Mark No Limits, meðan Kjølar endaðu sum nummar tvey, so í ár vinna Kjølar og....

Eg havi fylgt nokk so væl við í sjónvarpinum, og eg rokni við, at kappingin fer at standa ímillum Kjølar, Taxi og Clickhaze. Eftir mínum tykki eru Kjølar helst tann bólkurin, ið dugir best at standa á einum palli, meðan Taxi óivað hevur bestu tónleikararnar.

Eg haldi, at kappingin hevur víst okkum, at ein trashbólkur ikki hevur nakran møguleika at vinna kappingina, og at trash er yvirdimensionerað í Føroyum.


Hvat heldur tú um tiltakið? Eg haldi, at tað er eitt fínt tiltak, sum man fær nógvar tónleikarar burturúr. Hinvegin haldi eg, at man átti at tikið skipanina av kappingini upp til revisión. Til dømis átti eitt undanumfar at verið í Havn, og haraftrat skuldu bólkarnir verið við í teimum undanumførum, har tað geografiskt er mest náttúrligt fyri teir. Sum nú er, líkist tað mest av øllum einum taktiskum spæli, tá ið man meldar seg til eitt undanumfar.


Fert tú niðan í Norðurlandahúsið leygarkvøldið? Eg kundi gott hugsað mær tað, men eg havi ikki tikið nakra støðu til tað enn.



Høgni Zachariassen, Trýarin í SMS

Hvør vinnur Prix Føroyar? Eg veit ikki, men eg havi trý boð, sum eru Kjølar, Taxi og Clickhaze. Tað er sera trupult at meta um, men eg vænti, at tað fer at standa ímillum teir tríggjar bólkarnar.


Hvat heldur tú um tiltakið? Eg haldi, at tað er eitt serstakliga gott tiltak, men eg haldi, at tað er harmiligt, at man so at siga einki hevur hoyrt til kappingina, síðani tað seinasta undanumfarið var í Klaksvík fyri góðum mánaða síðani.

Um verkfallið ikki verður av innan vikuskiftið, og Prix Føroyar finalan harvið gerst ein kompromisloysn, so haldi eg, at tað er stór synd fyri allar tónleikararnar. Ein partur av vinninginum er eitt videolag, sum sjónvarpið ger. Eftir mínum tykki hevði tað verið betur, um fyriskipararnir keyptu teir tónleikararnar, ið eru búsitandi uttanlands, heim eftir verkfallið og so havt finaluna tá, soleiðis sum hon upprunaliga var ætlað, men sum nú er, so mugu vit bert vóna, at verkfallið verður av innan vikuskiftið.


Fert tú niðan í Norðurlandahúsið leygarkvøldið? Ja, tað fari eg.