Hvat var av lyftunum til Heimarøktina

-

Fyrst í hesum mánaði hevði formaðurin í Trivnaðarnevndini áhugaverda grein í bløðunum, ið hann nevndi »Tín heimarøkt skal varðveitast.« Hvat er síðani blivið av lyftunum?

Í juli var undirritaða á fundi í Landsstýrinum, har umboð fyri Heimarøktina, Sjúkrasystrafelagið hjá okkum og landsstýriskvinnan í almenna- og heilsumálum vóru til staðar. Til viðgerðar á fundinum vóru tær ógvusligu sparingar Heimarøktin hevði fráboðað. Sum vit skiltu á hesum fundi, skuldu hesar sparingar ikki setast í verk, men skuldi ein loysn finnast, ið ikki kom at raka brúkaran ov meint.

Sum skilst, so eru hesar sparingar settar í verk í flest øllum økjum í landinum, og merkir hetta, at øll reingerð er skorin burtur, eisini hjá teimum, ið ongan ávarðandi hava óansæð aldur. Sjálv hjálpin til røkt er skorin niður á eitt so lágt støði, at ein ikki longur kann kalla hetta vanlig arbeiðsviðurskiftir hjá heimahjálparum longur. Teirra arbeiði er blivið til eitt regulert akkord arbeiði. Ongin heimahjálpari klárar í dag at arbeiða 40 tímars viku, orsakað av tí øktu arbeiðsbyrðu, so mín niðurstøða er, antin vita teir økisleiðarar, ið gera slíkt ikki hvat arbeiði gongur út uppá, ella eisini er ein líka glaður.

Tá vit hugsa um tíðina síðan Heimahjálpara, heima- og heilsusjúkrasystraskipanin vóru samanlagdar, so má ein sanna, at tað hevur bara gingið niður á bakka.

Frammanundan vóru tað eftirlitskvinnur, ið sótu runt í landinum og løgdu

arbeiði til rættis, men hetta metti politiski myndugleikin skuldi broytast, og í staðin skuldu kvalifiserað fólk setast sum økisleiðarar, tí motto var, at hendan tænasta skuldi gerast bíligari og betri. Somuleiðis skuldu hesir bólkar ikki longur yvirlappa hvønnannan, men í staðin arbeiða saman.

Tað er sera harmuligt at síggja eina so væl skipaða skipan sum Heimahjálparaskipanin var áðrenn samanleggingina sindrast á hendan hátt. Høvuðs æruna fyri, at skipanin virkaði so væl, eiga allar tær eftirlitskvinnur, ið í dag eru meir ella minni blivnar burtur í hesi nýggju skipan, ið ongantíð hevur virkað.

Heimahjálparafelag Føroya hevur sett spurningin fram bæði yvirfyri landsstýrinum og Heimarøktini, um meiningin er at taka heimahjálparaskipanina av, ella hvat tað er ein ætlar, men ongastaðni fáa vit svar.

Eg ivist ikki í, at tankin hevur verið góður av fyrstan tíð, men spurningurin er, hvat er tað vit vilja bjóða okkara brúkarum?

Tá trupulleikin er so mikið stórur, at tey fólk ið veruliga hava brúk fyri hjálp ikki fáa hana, so er okkurt galið.

Eisini er støðan í onkrum øki tann, at har tvær heimahjálpir hava verið um ein tungan røktarkrevjandi brúkara, hevur ein spart við at taka aðra heimahjálpina burtur, og kann ein bert síggja hvussu ábyrgdarloysið er, bæði fyri starvsfólk og brúkara.

Eisini hoyrir ein í dag, at nú skal ongin leiðari vera í Heimarøktini, men skal hon skipast í økum, møguliga ein nýggj roynd fyri at fáa tingini at koyra. Men hava vit ráð til fleiri óroyndar royndir, tá vit vita, at gíslarnir eru tey gomlu, veiku og óhjálpnu? Eftir at hendan samanlegging hevur virkað í tvey ár, má ein sanna, at støðið í Heimarøktini ongantíð hevur verið so lágt sum nú. Heldur ikki veit nakar um, at samstarvið millum bólkarnar hevur verið so vánaligt sum nú.

Ongantíð hava tað verið so nógv fólk, ið sita einsamøll og óhjálpin runt í hesum landi, og er tað mín niðurstøða, at tað er ikki lætt at gerast gamal og óhjálpin í hesum landi, tí tann hjá ið einaferð var, er meir ella minni burtur.

Eg veit væl, at ein vísir ofta á, at tørvurin á røktarheimsplássum, sparingar innan heilsuverkið o.s.fr. eru ein orsøk til óskilið í Heimarøktini. Men tey gomlu eru ikki vaksin í tali hesi seinastu tvey árini. Heldur ikki eru tey nógv verri fyri í dag, enn fyri tveimum árum síðani. Eisini eru nógv av teimum, ið rýmdu av landinum undan kreppuni fyrst í 90unum komin heimaftur. Somuleiðis er búskapurin góður í dag, tí er tað ikki til at skilja, at tað eru hesi bæði seinastu árini alt er gingið galið.

At enda vilja vit enn einaferð heita á landsstýrið um, at fáa svar uppá, hvat tað er ein ætlar við hesi skipan.


Tórshavn hin 24.08.1998


Vegna Heimahjálparafelag Føroya


Ása Djurhuus