Hvessingur skutlaði Sølmund

6-mannafør kvinnur - Hesa ferð eydnaðist tað endiliga teimum í Sundalagnum so rudduliga at seta tær á Skálafjørðinum upp á pláss

Trý sekund, fimm sekund og trý sekund. Tað var tíðarmarginalurin frá Sølmundi og aftur til Hvessing í trimum teimum fyrstu róðrunum í ár. Tí var tað lítið og einki, sum bendi á, at tað skuldi fara at eydnast hjá teimum í Sundalagnum at fáa bilbukt við tær á Skálafjørðinum.
Á Jóansøku vann Sølmundur fyri fjórðu ferð, men tá fóru guli og grøni báturin um málið mest sum stavn um stavn. Tað kundi boða frá tættari kapping í Vestmanna, men tann kappingin var av ongum: Stutt sagt tí Hvessingur hesa ferð smurdi Sølmund av!
Hvessingur legði bragdliga fyri, og Hvessingur var fremstur all­an teinin. Tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin nærri tveim­um enn einari bátslongd. Sigurin hjá Hvessingi var tann mest sann­førandi av øllum í kapp­ing­unum á Fjarðastevnu leygardagin, og sigur­in var so mikið sannførandi, at tað í undanfarnu kappingunum bara eina ferð hevur eydnast Sølmundi at vunnið so sannførandi. Tað var, tá ið tær kappaðust á Sundalagsstevnu í heimasjógvi hjá Hvessingi.
Sølmundur, sum hevði vunnið allar fýra undanfarnu ferðirnar, noydd­ist hesa ferð rættuliga at stríð­ast fyri at varðveita næst­fremsta plássið, og tað eydnaðist. Men kappingin frá Riddaranum var ógvuliga stór. Sølmundur er fram­vegis FM favorittur – trý stig framm­an­fyri Hvessing – men gongd­in hesa ferð letur upp fyri, at tal­an kann gerast um spennandi FM finalu á Ólavøku.
trondur@sosialurin.fo

1 Hvessingur 04:48.23
2 Sølmundur 04:53.00
3 Riddarin 04:54.01
4 Gongurólvur 05:01.14
5 Jarnbardur 05:19.13

Støðan
1 Sølmundur 34
2 Hvessingur 31
3 Riddarin 23
4 Gongurólvur 22
5 Jarnbardur 12
6 Lómur 9
7 Kollfirðingur 2