MERKILIGA lítið er komið fram um orsøkina til, hví løgmaður tók Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini. Almenna frágreiðing løgmans er tann, at hann prioriterar marknamálið so høgt, at leiðarin har skal hava hetta sum starv burturav.
TEY flestu fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, harav mong hava havt tætt samstarv við Árna Olafsson, vilja ikki úttala seg alment, men tað gongur aftur sum ein reyður tráður, at avgerðin hjá løgmanni kom sum snarljós av himni. Eingin - neyvan heldur næstu medarbeiðarar løgmans, vóru kunnaðir ella konsulteraðir um hetta, áðrenn løgmaður tók sína avgerð.
LAT tað verða sagt beinanvegin, at vit virða rætt løgmans at seta sínar embætismenn til tær uppgávur, sum løgmaður nú heldur teir eiga til eina og hvørja tíð. Men átti løgmaður ikki at ráðført seg við aðrar um, hvørjar møguliga oljupolitiskar avleiðingar ein slík avgerð kundi fáa! Tá vit hugsa um, hvussu stórt innlit og vitan formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini hevur í oljumál, er tað ringt at skilja, hví hann bráddliga skal verða tikin frá síni uppgávu, beint áðrenn hon er liðug. Tað verður ógjørligt hjá øðrum uppá stutta tíð at byggja upp tær kontaktir og ta innlit, sum Árni Olafsson hevur fingið gjøgnum øll hesi árini. Skoðsmálið hann fær frá bæði starvsfeløgum og eisini øllum teimum, sum hann hevur havt tilknýti til, er sera positivt, ja at í honum eiga Føroyar ein góðan mann. Og hetta var nettup eisini ein av orsøkunum til, at hann stóð á odda fyri bæð Oljuráðleggingarnevnd og samráðingarnevnd.
NÚ finnur løgmaður bráddliga út av, at hann bara skal vera í samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um.
KANN ein orsøkin vera hon, at løgmaður við hesum vil staðfesta sína hørðu linju mótvegis Bretlandi í markamálinum. Kann tað vera so, at løgmaður í veruleikanum eisini hevur ynskt at fáa Árna Olafsson frá sum samráðingarleiðara, men at hann ikki hevur fingið undirtøku fyri hesum í Tinganesi!
TAÐ er neyvan nakar ivi um, at løgmaður ætlar sær ikki at geva so uttan víðari í samráðingunum við bretar. Hetta hevur hann gjørt fullkomiliga greitt fleiri ferðir her í blaðnum. Við at taka Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini ætlar løgmaður helst at vísa, at tað verða ikki boðin øki út til oljuleiting, um so er, at bretar ikki slaka meira. Løgmaður hugsar kanska soleiðis, at eftirtíðin skal ikki sleppa at siga, at løgmaður ofraði markið til fyrimunar fyri at geva loyvi til oljuleiting. Hetta eru tankar, sum bert løgmaður og eftirtíðin kunnu lýsa rættleikan ella skeivleikan í.
LØGMAÐUR hevur ferð eftir ferð biðið føroyingar og serliga tingmenn draga eina og somu línu í olju- og marknapolitikkinum. Og har hevur hann fingið fullan stuðul. Nú fer so sami løgmaður - helst uttan at ráðføra seg við nakran - og koyrir formannin í tí so týðandi Oljuráðleggingarnevndini frá. Ein slík avgerð má skapa ristingar í øllum oljuumhvørvinum heima sum burturi. Og spurningurin er, um ikki sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið!
LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava bretar at innsíggja, at miðlinjan má vera útgangspunktið fyri eini marknasemju. Bretar hava við at skjóta upp miðlinjuna sum fiskimark skapt ein presedens. Teir hava skapt sær sjálvum ein trupulleika, sum teir mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit føroyingar bara skulu siga nei og aftur nei til allar skilagóðar samráðingarloysnir. Tí vit mugu ikki gloyma, at ein avgerð í Haag, kann eisini gerast enn verri enn ein samráðingarloysn. So her ræður um at hava tunguna mitt í munninum. Men stóri spurningurin er eftir okkara tykki, hví løgmaður valdi at koyra formannin í Oljuráðleggingarnevndini frá. Kanska nýggja árið fer at geva okkum svarið.