Hví ikki góðtaka spontant og livandi mál?

Rolf Guttesen sigur seg ikki skilja, hví vit skulu nýta tvey ymisk stavrað í atlasinum, eitt til landanøvnini, hitt til býarnøvn.

Rolf Guttesen sigur seg ikki skilja, hví vit skulu nýta tvey ymisk stavrað í atlasinum, eitt til landanøvnini, hitt til býarnøvn.

 

– Tað skapar hurlivasa millum fólk, at vit nýta serføroyskar formar av landanøvnunum, heldur Rolf Guttesen, lektari.

 

Rolf Guttesen vísir á, at í ávísum førum, kann føroyska navnið geva heilt skeiv hugmyndasamband.

 

– Kabo Verdi fær teg ikki at hugsa um ein grønan odda, men heldur um ein italienskan komponist. Og Kabo minnir meiri um kaba, steinin í Mekka. Og hví kann Kabo enda við o, men Verde kann ikki enda við e?

 

Hann vísir á, at kirkjumálið er latín, trolaramálið er enskt.

 

– Tað er eingin orsøk at vera bangin fyri orðum av fremmandum uppruna. Hví kunnu vit ikki góðtaka tað málið, sum er spontant livandi millum fólk, spyr Rolf Guttesen.