Eitt nú sá eg herfyri, at ein sambandsmaður á fólkatingi ? varamaður løgmans, siga tey ? líkasum vildi forskrekkja tey ungu við, at fór ríkisfelagsskapurin í vaskið, slapp eingin føroyingur nakrantíð aftur á gátt í nøkr-um donskum skúla ella lærustovni. Ikki tvøran fótin! Tíansheldur á nakað danskt sjúkrahús. Alt hetta, segði hann, var ríkisfelagsskapinum at takka, og bara honum.
Men hetta er eingin nýggj vísa, at ríkisfelagsskapurin skal vera trygd bæði fyri einum og øðrum. Vit, sum eru komin so mikið til árs, at vit minnast, tá dastið av føroyska fjarfiskiflotanum royndi grønlendskar leiðir, vit minnast eisini hvussu tátíðar samríkishøvdingar royndu at trútta niður í fólk, at so leingi vit vóru í ríkisfelagsskapi við Danmark, áttu vit óavmarkað fiskirættindi undir Grønlandi. Og hinvegin, at vit yvirhøvur sluppu at fiska nakran stert á grønlendskum leiðum, var ríkisfelagsskapinum, og bert honum, fyri at takka.
Og eitt var heilt vist, søgdu samríkishøvdingarnir: Skuldu vit føroyingar komið fyri bakkasti av einumhvørum slag, ja, so fór móðir Danmark at taka okkum eymliga í sín fjálgandi favn, eins og hønan savnar ungar sínar? og vera trygd móti øllum trupulleikum.
Men ikki gongur altíð, sum prestur prædikar. Ríkisfelagsskap hava vit enn ? í ólukkumát ? men fiskirættindini undir Grønlandi vístu seg, tá saman um kom, at vera ein heilt annar spurningur. Ein samráðingarspurningur eins og tey í russiskum sjógvi. Og høvdu als einki við ríkisfelagsskap at gera.
Og hvussu royndis ríkisfelagsskapsins veingjabreiði tá bakkastini komu? Rætt skal vera rætt: Summir føroyskir sonevndir politikarar høvdu ilt við at fáa eyga á kreppuna. Hesum vildi móðir Danmark hjálpa teimum við. Og tað gjørdu teir til gagns við at skapa eina »egentlig krise«. Nú noyðast vit at sanna, og hava fingið skjalprógvað, at heldur enn at fjálga, smæddust teir ikki fyri við vitandi og vilja at leggja stein oman á byrðu. Hvørki embætisverkið danska ella politikararnir, hvørki borgarligir ella sosialistar smæddust fyri at sparka til liggjandi mann.
»Íðan, hvussu nú við atgongdini til danskar skúlar og lærustovnar, hvat hevur tað við ríkisfelagsskapin at gera? « spyr onkur. Svarið er: Als einki! Tí veruleikin er, at allir EF-borgarar, allir norðurlendingar og øll flóttafólk, sum lógliga eru komin til Danmarkar, hava javnbjóðis rætt við allar danir at koma inn á danskar lærustovnar. Og, forrestin, júst sum norðurlendingar hava vit sama rætt at sleppa inn á íslendskar, norskar, svenskar og finskar lærustovnar, sum á danskar. Uttan mun til ríkisfelagsskap! Tit ungu, sum ætla tykkum at halda á við útbúgving uttanlands, lýðið hesi ráð: Drívið á í skúlanum har tit nú ganga, so fáa tit eitt gott prógv, tí tað er tað, sum tryggjar tykkum atgongd til framhaldandi lestur. Ikki nakar ríkisfelagsskapur!
Tað hendir seg, sum kunnugt, at brúk er fyri sjúkraviðgerð, sum føroysk sjúkrahús ikki kunnu veita. Tá er lagamanni at kunna senda fólk á Ríkissjúkrahúsið danska. Men hevur tað nakað við ríkisfelagsskap at gera? Hví skal føroyska sjúkrahúsverkið tá gjalda fyri hesa tænastu? Tað hendir seg eisini, at íslendingar fara á danskt sjúkrahús ? ella norskt. Og at danskir ella norskir sjúklingar søkja sær heilsubót í Onglandi. Uttan mun til ríkisfelagsskap! Hví? Tí hetta er ikki ein spurningur um ríkisfelagsskap, men um pengar og samráðingar, júst sum fiskirættindini undir Grønlandi.
Hvat skulu vit so brúka ríkisfelagskapin til? Jú, tað var rætt: Prestalønirnar! Men hvussu leingi verður ríkisfelagsskapurin trygd fyri, at danska kirkjufólkið finnur seg í, at teirra kirkjuskattur fer til prestalønir í Føroyum? Nei, eg bara spyrji. ? Skomm? Tað held-ur meirilutin á tingi ikki.
Men hvat tryggjar ríkisfelagsskapurin okkum so? Hetta vita føroyingar í Danmark alt um, bæði lesandi og onnur: »stikpillarar«, háðandi látur, forakt, og frá donskum politikarum: imperialismu! Og tað er so rímiligt, tí hvussu skal nakar hava virðing fyri fólki, sum ikki skoytir um ábyrgdina av sær sjálvum?
Hvat er so at gera? At taka við ábyrgdini av okkum sjálvum og gera sum meir enn hundrað aðrar tjóðir síðan seinna heimsbardaga. Gerast limir í S.T. millum aðrar frælsar tjóðir. Tá fáa vit virðing eisini frá dønum. Tá, tástani! kunnu vit samstarva á jøvnum føti, eisini við danir.
Tummas Lauritsen