Soleiðis hugsaði eg, tá eg frætti um umboðsmannavalið til Tryggingafelagið Føroyar. Og eg giti, at tað eru mong, sum hugsa á sama hátt.
Men heldur enn bara at yppa øksl hugsaði eg, at eg bara burdi stillað upp og harvið gerast tað umboðið, eg sjálv havi saknað. Tryggingafelagið er jú ein partur av gerandisdegnum, og vit rinda øll stórar upphæddir til felagið.
Eg veit, at eg eri eitt a-typiskt valevni. Eg eri ein ung kvinna. Eg havi hvørki leiðarastarv ella ein leyp fullan av nevndarsessum. Eg havi ikki eitt kent navn, sum tryggjar mær atkvøður.
Eg eri hinvegin tað, sum eg sjálv havi saknað: ein púra vanligur føroyingur, sum bara hevur mítt egna, vanliga lív at taka støði í. Og tað er júst hesum málbólkinum, eg ætli mær at arbeiða fyri.
Í mun til Tryggingarfelagið Føroyar eri eg óheft, so eg kann loyva mær at seta kritiskar spurningar og gera mær eina objektiva fatan av støðum og persónum. Eg havi eingi fjald áhugamál, fyritøkur ella samstarvsavtalur, sum skulu tryggjast. Eg eri ikki bangin fyri at seta býttar spurningar ella at traðka fólk yvir tærnar. Eg ynski at umboða vanliga tryggingartakaran og arbeiða fyri so góðum treytum, sum gjørligt.
Eg leggi meg eftir at vera positiv, erlig og ábyrgdarfull. Eg havi nógv áhugamál, sum eg leggi stóra orku og hjarta í; einki verður gjørt hálvt, og eg royni støðugt at betra um mínar egnu førleikar og evnir.
Eg vil arbeiða fyri, at fokus verður sett á teir hentleikar, sum felagið bjóðar vanliga tryggingartakaranum. Til dømis við innritingarskipanini á heimasíðuni, har tú lættliga skalt kunna gera tær eitt yvirlit yvir tínar tryggingar í mun til tín tørv. Lívið broytist støðugt, og tí skal tað vera lætt at kanna, um tryggingarnar samsvara við tørvin.
Eg vil eisini arbeiða fyri, at nýggj kunning skjótt røkkur út til allar kundarnar. Hetta kann gerast við at brúka sosialu miðlarnar betri og meira málrættað.
Sum tykkara umboð vil eg arbeiða fyri, at allir tryggingartakarar eru kunnaðir um teirra rættindi og møguleikar fyri at fáa fulla úrtøku úr teimum tilboðum, sum felagið hevur.
Um meg:
* Gunn Reginsdóttir Joensen
* Úr Havn
* 27 ár
* Hjálparfólk og verkætlanarsamskipari í Margarinfabrikkini
* Eri í løtuni undir akademiútbúgving á Føroya Handilsskúla
* Havi áður starvast hjá Gallup
* Havi drúgvar royndir sum koreografur, samskipari og verkætlanarleiðari, til dømis hjá stórum tiltøkum hjá Tórshavnar Kommunu, á festivalum og á sangleikum og videoløgum.
Eg bjóði meg fram til umboðsráðið, tí eg meti, at ráðið skal endurspegla allar limirnar í Tryggingarfelagnum Føroyum - eisini tann púra vanliga tryggingartakaran, júst sum eg sjálv eri, og tí heiti eg á teg um at atkvøða fyri mær. Við mínum virðum, arbeiðsroyndum og opinleika, meti eg meg vera eitt gott valevni til ráðið.