Hví skulu nøkur rinda skatt tá onnur sleppa undan?

Hóskvøldið viðgjørdi býráðið í Havn umsókn frá vinnurekandi um at sleppa undan at rinda milliónaupphædd í skatti. ? Skattaskipanin hjá okkum er himmalrópandi órættvís, tí summi sleppa undan at rinda skatt, tí tey ikki tíma, sigur Tórfinn Smith, sum nú rópar varskó

Hóskvøldið hevði býráðið í Havn sín seinasta býráðsfund undan summarfrítíðini. Við meira ella minni jøvnum millumbilum eru skattamál á skránni, og soleiðis var eisini hóskvøldið.

Skattamál eru sum vera man persónlig, og verða tí viðgjørd á fundi fyri læstum hurðum, sum í flestu førum er bæði rætt og rímuligt, men í nøkrum førum var kanska nógv betri, um hesi mál vórðu viðgjørd fyri víðopnum hurðum. Hesi skattamál snúgva seg um umsóknir um avsláttur í álíknaða skattinum,- í mongum førum sera herskin lesnaður. Ikki skal eg á nakran hátt taka fram nøvn ella neyv tøl, og líka lítið koma við nøkrum upplýsingum, sum kunnu geva fólki fatan av, hvønn persón, ið sipað verður til, men er hetta bert ein roynd at vísa á tað himmalrópandi órættvísi sum fer fram.

A-skattgjaldarin, ella hann vit kalla vanligi skattaborgarin, er ikki áhugaverdur í hesum høpi. Hann sær ongantíð tær krónur, hann skal lata lands- ella kommunukassanum. Hinvegin er verri vorðið við B-skattinum.

Eitt av skattamálunum hóskvøldið var umsókn frá einum vinnurekandi um frítøka av stórum parti av álíknaða skattinum. Hesin hevur rikið vinnuvirki í mong harrans ár, uttan tó at hava givið upp skatt. Hvørt ár er hevur skattavaldið mett inntøku hansara og sett hann í skatt, men goldið hevur hann ikki. Nú stóð hann og skyldaði millióna upphædd. Og hesar milliónir fer hvørki land ella kommuna at síggja eitt einasta oyra av.

Vit hava mong tílík dømi, og hevur orðaskiftið í býráðnum verið júst tað sama hvørja einastu ferð uttan at nakað sum helst er hent. Tí kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk at rinda skatt. Tú skal bert lata vera við at geva upp. So einfalt er tað. Ella sagt við øðrum orðum,- tað eru bert tey býttu vinnurekandi sum rinda skatt.


Nagli í hurðina

Tað eg veit um, kunnu vinnurekandi í eitt nú londunum uttan um okkum ikki bera seg so at. Tað forðar lóggávan í hesum londum fyri. Lúka vinnurekandi ikki sínar skyldur mótvegis samfelagnum, fáa tey ein stóran nagla í hurðina. Men soleiðis er ikki her hjá okkum. Her ber, sum skilst alt til. Onkuntíð hava ætlanir verið um okkurt líknandi lógaruppskot, men mær vitandi kom tað ikki longur enn niðan móti Tinghúsvøllinum og vendi so út aftur í Tinganes av einari ella aðrari orsøk.


Kappingaravlagandi

Eg ivist ikki eina løtu í, at allra flestu vinnurekandi halda seg til tær lógir og fyriskipanir sum galdandi eru, men ikki øll. Nøkur kenna ikki til hugtøk sum moral ella skomm, men vilja á einhvønn hátt snúgva sær uttan um sínar skyldur. Hetta hevur ikki minst kappingaravlagandi ávirkan við sær, tí torført man vera hjá teimum sum rinda skatt, MVG og annars røkja sínar skyldur, at kappast móti teimum, sum snúgva sær undan øllum.



Má steðgast

Sum býráðslimur havi eg sæð mong skattamál, og ferð eftir ferð hava býráðslimir víst á hetta órættvísi, uttan at nakað er hent. Hetta verður ikki sagt fyri at seta niður á nakra kommunala- ella landsumsiting, men sagt í einari roynd at fáa avvarandi myndugleikar at taka spurningin upp beinanvegin og fáa gjørt nakað við tað. Tí hví skulu nøkur rinda skatt tá onnur sleppa undan?


Tórfinn Smith

býráðslimur