Í morgun fingu vit boð frá Arktisk Kommando, at HDMS Hvidbjørnen tíverri brádliga noyddist at luttaka í øðrum uppgávum fyri donsku sjóverjuna, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.
Vanligt er, at skipað verður fyri tunnusláttri umborð á Hvidbjørnen, tá skipið hesa ársins tíð liggur við bryggju á Tvøroyri.
Manningin harmast um at noyðast at broyta siðvenjuna, ið ikki minst manningin gongur høgt uppí. Tí verður arbeitt við at finna ein annan dag, har verjuskipið kann leggja at havnini á Tvøroyri, verður sagt í tíðindaskrivi.
Ongin tunnusláttur verður sostatt á Hvidbjørnen nú sunnudagin 15. februar.











