Tað gongur ikki væl hjá Hvidovre. Tað tykist sum um teir bíða eftir, at kappingarárið skal vera liðugt. Tá fer liðið at spjaðast í allar ættir. Men teir skulu ansa sær. Fleiri av liðunum, sum eru undir Hvidovre á støðutalvuni, eru farin at gera eitt sindur um seg. Eitt dømi um hetta er B93, sum sunnudagin vann 2?0 á heimavølli ímóti Skive. Tað er okkurt, sum bendir á, at gamla stórfelagið á Eysturbrúgv fer at varðveita sessin í næstbestu deildini.
Og kappingarárið verður langt í næstbestu donsku deildini. Síðsta umfarið verður ikki fyrrenn 16. juni. Tað vil siga, at teir fara at spæla, meðan danir og øll onnur fara at fylgja við, hvussu tað fer at ganga hjá m. a. Danmark í HM kappingini. Tað verður ikki serliga hugaligt hjá Óla Johannesen og teimum.
Hesa ferð hevði Hvidovre vitjan av B1913 úr Odense. Gestirnir fóru við øllum. Tíðliga í 2. hálvleiki misti Hvidovre ein mann, tí tá sá Jakob Just reytt. Í 54. minutti skoraði B1913 tað, sum seinni vísti seg at verða sigursmálið. Hvidovre megnaði ikki við færri spælarum at venda gongdini. Komandi sunnudag skal Hvidovre spæla í Kolding.
Atli Gregersen er ikki millum teir ellivu bestu hjá Randers Freja. Men tað gongur væl hjá krúnjydunum, sum teir plaga at verða nevndir. Randers megnaði hóskvøldið 0?0 á heimavølli ímóti OB. Tá var talan um seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. OB hevði vunnið tað fyrru 1?0. Tí verður tað OB, sum skal spæla ímóti FCK í finaluni í Parkini Kristi himmalsferðardag.
Randers Freja hevði stóran heiður av avrikinum ímóti superligufelagnum. Og teir vístu sunnudagin, at tað stendur væl til. Johan B. Hansen og Fredericia vitjaðu, og Randers Freja vann 1?0.
Í toppstríðnum er Farum væl fyri. Teir vunnu 5?1 á útivølli ímóti Brønshøj. Christian Andersen, Farum venjarin, segði eftir dystin, at hann ivast ikki í, at liðið hjá honum er nóg gott at blanda seg í ovaru helvtina av superliguni.
Oddaliðið Køge tapti 2?1 í Valby ímóti Frem. Ole Mørch og hansara menn í Frem vóna framvegis, at tað skal eydnast teimum at flyta upp.
HFK Sønderjylland tykist vera punkterað. Hesa ferð taptu teir 4?0 í Herfølge. Gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen er komið fyri seg. Teir flyta ikki upp í ár, men um teir varðveita fólkið, so kunnu teir fara at gera um seg komandi kappingarár.