Hvítanes í býráðið

Hvítanes í býráðið

 Jógvan Arge varaborgarstjóri í Havn hevur heitt á borgarstjóran Heðin Mortensen um at fáa mótmælið frá staðbundnu nevndini á Hvítanesi fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

 

Hann hevur í dag sent borgarstjóranum og kommunustjóranum hesa áheitan: Vit áttu at tikið skrivið frá hvítanesnevndini á skrá í fíggjarnevndini og býráðnum í morgin.

 

Her er talan um eina ráðgevandi nevnd hjá Tórshavnar býráð, sum ger vart við viðurskifti og átøk, sum tey kenna á sær eru teimum til bága í alla framtíð. Teirra høvuðskrav er, at tann nýggi tunnilsvegurin verður fluttur haðani, nú verður grivið fyri honum norðanfyri Hvítanes.

 

Hetta kravið eigur at verða tikið upp í Tórshavnar býráð, meðan tíð er, so hvítanesfólk og øll onnur vita, hvørja støðu Tórshavnar býráð hevur til hesa staðseting, sum tykist vera komin sníkjandi inn á okkum.

 

Her vísi eg til  samráðingar, sum í áravís hava verið millum landið og komununa um nýggjan innkomuveg til Havnar nærhendis Sundi.  Vil ongin annar, so vil eg fegin standa aftanfyri málið”, skrivar Jógvan Arge.

Hvítanesfólk fingu ein hvøkk, tá tey frættu, at vegurin til Eysturoyartunnilin skuldi leggjast nær bygdini, uttan at tey vóru so mikið sum kunnað, áðrenn arbeiðið fór í gongd.

 

Staðbundna nevndin hevur tí skrivað til løgtingslimir, stjórnarráðini og Tórshavnar kommunu. Nevndin nevnir kunningarfundin, sum hildin varð tveir dagar eftir, at arbeiðið byrjaði.

 

- Borgararnir á Hvítanesi vóru sera harmir um innkomuvegin; serliga at hann liggur so nær bygdini, sum hann ger.

 

- Fyri mong var hetta fyrstu ferð, at nakað ítøkiligt var at hoyra um tunnilin, og ta ávirkan, tunnilsmunnin hevur fyri Hvítanes. Eitt nú bleiv ført fram, at væntaða ferðslan um samdøgrið verður á leið 6.500 bilar.

 

Á fundinum kom eisini fram, at øll neyðug loyvi í hesum sambandinum longu eru givin, og at jørðin er uppkeypt til endamálið.

 

Hvítanesfólk eru als ikki hoyrd, og fyri bygdina hevur vegurin við sær fleiri neilig árin:

- Mist byggilendi, minni møguleika at vaksa um bygdina

- Ógvuliga sjónligan veg beint við bygdina

- Vandi fyri nógvum óljóði av ferðslu

 

Fremsta áhugamálið hjá hvítanesfólkum er er at fáa vegin fluttan longur burtur frá bygdini.

- Tí eigur Tórshavnar býráð at stuðla teimum í, sigur Jógvan Arge.

 

 

Jógvan Arge,

varaborgarstjóri úr Tjóðveldi